Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt, Politikkur, Tíðindi

Tá ið fólksins vilji er ein fiasko

Lagt út av tann 05/05/2012 – 23:25

Tað var tó ótrúligt at hoyra andstøðuleiðara okkara koma í útvarpsstovuna, beint eftir at úrslitið av fólkaatkvøðuni um kommunusamanleggingar var komið, og kalla tað fyri eina fiasko. Eg havi næstan ikki hoyrt so skaft.

Eg hevði sett meg í bilin hetta kvøldið og var á veg at geva seyðinum – sat líkasum og hugnaði mær við hugsanunum um tað góða úrslitið av atkvøðuni. Tá er tað, eg hoyri hesa kendu røddina á Høgna Hoydal í lurtinum. Fiasko, sigur hann. Eg trúði næstan ikki mínum egnu oyrum. Also, hvat er ein fiasko? At fólkið slapp at tala? Ella úrslitið av tí, ið fólkið talaði? Var tað ein fiasko, at 574 fuglfirðingar søgdu nei. – 85% av fuglfirðingum atkvøða ímóti, at Eysturoyggin verður ein kommuna. Hví gera teir tað? Jú, tí teir ynskja ikki, at Eysturoyggin skal vera ein kommuna. Er tað ein fiasko?

Ella tað, at 17 skúvoyingar eru ímóti og 2 fyri, er tað ein fiasko? Ella er tað ein fiasko, at 206 hvalbingar eru ímóti, at Suðuroyggin verður ein kommuna, og 54 eru fyri? Tit kunnu greina og tulka hetta úrslitið, akkurát sum tit vilja, men eftir stendur, at føroyingar yvirhøvur ikki ynskja hetta, sum tit ætlaðu. Er tað ein fiasko? Ella er tað tá ikki júst tykkara ætlan, sum er fiasko’in?

Mann kundi kanska spurt, hvønn hetta er ein fiasko fyri. Eg meini so við, her hava politikarar – meira ella minni úr øllum flokkum – gingið og trúttað niður í okkum nú í áravís, at tær 30 kommunurnar í Føroyum skulu leggjast saman í 7 stórkommunur. Og tað við lóg – og uttan fólkaatkvøðu. Sektin á, hvat fólkið úti í teimum ymsu kommununum heldur. Tað hevur ongan týdning. 7 er smart, og 7 skal tað vera. Tað riggar so væl á skriviborðinum. Tað er ikki so týdningarmikið, hvat fólkið heldur.

Soleiðis hava vit upplivað hesa tíðina. Og tí vil eg takka teimum politikarum, sum hildu fast við, at vit skuldu hava eina fólksliga tilgongd í hesum máli. Eg vil eisini takka bæði Kára P. Højgaard og løgmanni, sum í útvarpinum hetta kvøldið báðir søgdu, at tað var gott, at kommunurnar ikki vórðu lagdar saman við lóg, tá ið mann nú sær, hvussu massivur fólkaviljin er ímóti hesum.

Tá ið eg nú allíkavæl hugsi meg veruliga um – ja, so skilji eg kanska kortini Høgna, tá ið hann sigur, at hetta er ein fiasko. Tí tað má vera ein fiasko fyri Tjóðveldi at hava ætlað at kroyst hesar kommunurnar saman uttan nakað sum helst – fyri síðani nú at síggja, at fólksins vilji er beint tað øvuta. Jú, sanniliga, tað má kennast sum ein ordilig fiasko.

Eyðun á Lakjuni