Konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Hóskvøldið, 8. novembur í ár,  var ein forvitnislig konsert í Mentanarhúsinum. Jóhan Hentze spældi trompet og  Christopher Baxter klaver. Jóhan er av Kambsdali, sonur Ann Mari og Leiv Hentze. Hann er av góðum bergi brotin. Mamman og pápin eru so stak musikalsk, og rennur hesin arvur, sum Jóhan og beiggi hansara, Rúni, hava fingið,  gjøgnum eina ljómandi trompet. Ungi bretin Christopher Baxter er úr Aberdeen, var komin komin hendan vegin at geva ljóð saman við Jóhan. Konsertfelagið stílaði fyri. Monica Staus Joensen bjóðaði so fryntlig øllum at vera vælkomin til konsertina. Hon er eitt virðiligt umboð fyri konsertfelagið.

Karl Pills

Tónleikurin var merktur av fyrrra árhundrað. Streymurin av anda úr hesi øld streymaði gjøgnum trompetina í ljóðfyltum ljóði. Ja, úr fyrru øld, hóast tað tykist so stutt síðani. Sjaldsama stykkið, Sonata fyri trompet og klaver, nam við eitt rúmligt ljóð av Karl Pilss, sum livdi frá 1902 – 1979. Hugsaði beinanvegin, at hetta tónaskald rann sum skot upp úr tí døkku mold eins og ein litføgur blóma. Johan Hentze og Christopher málaðu løtuna í tónum. Karl Pilss var eisini málari og
liggja ikki so fá verk eftir hann. Nýmótans tónleikur spinnur ikki altíð ljóðið í harmoniskum akkordum, men andar í tómum vaðagotum, sum gevur ein annan spenning. Ein ávísur tómleiki legst yvir lívið í tónsetingini, og hetta ger, at spenningurin varðveitir sítt lív, hóast tað andar t. d. í heíltónum, tómum kvintum og tertsum. Eins og í myndlistini er alt loyvt í tónleikinum, og tað er tað, sum ger, at nútíðar tónleikurin rósast millum kross og hosu  í skerandi ljóði, sum kanska ikki er so bráðvakur, og vit mugu leggja oyrað til, fyri at nema henda tónleik. Men forvitnisligur er hann, og eingin ivi er um, at tað er mennandi fyri tónlistafólk at spæla slíkan tónleik og fyri okkum, sum líða á.

 

Førningurin

Tað var forkunnugt at hoyra hetta ljóð, tí var konsertin eitt sindur annarleiðis bæði í sniði og skapi. Vit eiga at leita fram at hesum girðingum og fáa fatur á hesum tónleiki. Tónleikurin eins og myndlistin avspegla samfelagið vit liva í, og tí ræður um ikki bert at hava festi í gomlum klassiskum løgum, men eisini spæla nýggjari klassiskan tónleik, sum gevur okkum innlit í nýggja hugsan og tankar, sum eru knýttir at hesum skaldskapi. Hetta var gløgt gjørt av Johan Hentze og vinmanni hansara at leita til klettarnar við hesum førningi  í hesi myrku tíð. Ikki at tala um herviliga stormin, sum kom bóltandi úr
Skarðinum og legði sína máttmiklu hond yvir alt livandi henda dag, tí gjørdist konsertin tess ljósari og litríkari. Johan stóð so klófastur, helt um trompetina og lat storm vera storm – stormurin skalaði ikki løtuna. Jóhan er listamaður – tað blívur til list, tá ið hann blæsur í lúður sín.

 

Dibussy

Konsertin var sett væl saman í anda og tign úr fyrru øld. Ikki kunnu vit renna frá Pagodes av Dibussy( 1862 – 1918). Hesin ediligi tónlistamaður, sum hevur havt so sera stóra ávirkan á tónlistinia í nýggjari tí, fór á konservatorið bert sum 11 ára gamal í París. Faðir hansara hevði ein kinesiskan handil (pagodu) og mamman var ein seymikona, um vit kunnu siga hetta soleiðis. Pagodes tónsetti Dibussy eftir at hava hoyrt eitt Javanesiskt orkestur spæla. javanesiskan tónleik, sum er merktur av flótandi trummuljóðið og flættaði hann hetta inn í hetta impressionistiska stykki, sum Christopher spældi á flyglið í Mentanarhúsinum. Hann gjørdi ikki henda samanspuna verri – flættan var sett saman í topp í nakkakulluni á Dibussy. Sera væl spælt

 

Fanfara

Tað eru ikki nógvar konsertir, ið hava verið her á landi við einsæris trompetleikara. Djarvur er Jóhan, og ikki kunnu vit siga, at hann rekur  upp í   Andøvsíðuna, sum  brýtur alt fyri sær , men hansara fjalna lyndi   letur tað musiska og musiklaska eiga ljóðið í trompetini. Haldi hetta kom so stak væl fram í Fanfaruna av Stanley Fridman, (f. 1951) amerikanskur trompetleikari og tónasmiður.. Hetta var so sjaldsamur tónleikur, sum Jóhan átti í sínum hjarta og dugdi so væl at bera fram úr sínum hugaheimi. Alt tað, sum trompetin hevði í sær av ljóði og eftirsjóði, gav fanfaruni ein blástur, sum manaði stormin til jarðar, sum kom úr Skarðinum og skakaði alt livandi

Sjáldan hava vit hoyrt so mergjað ljóð úr eini trompet. Sjálvandi, trompetin hevur eina sál. Trompetsálin hjá Johan Hentze, plágast ikki av eigarmanni sínum í tí skapandi løtuni. Hon fór út og inn í trompetina sum látandi stari við búður sítt.

Hetta var ein góð løta, sum vit seint gloyma. Hugsi, at Friedman hevði verið stoltur, um hann visti av, at ein unglingi, sum las tónleik í Glaskow ættaður av Kambsdali, høtti veður og vind, legði brim í sjó við einari fanfaru, sum Friedman sjálvur hevði skrivað.

Hetta var ein sjaldsama góð konsert. Til lukku við tí!

 

Frits