Lendiskeyp

Seðlarnir til kommunuvalið eru nú komnir. Inn komu 4 listar har 35 valevnir eru at velja ímillum.

Hesi  35 valevnir kunnu nú frambera sínar ætlanir og so sanniliga eisini koma við ábreiðslum fyri førda politikkin seinastu 4 árini.

Sjálvur ætli eg at koma við mínum ætlanum, og teimum ætlanum sum vit á lista Dhava sett okkum, men fyrst vil eg bera nakrar atfinningar fram um førda politikkin.

Hetta  geri eg í hesi raðfylgju, tí eg haldi tað er rætt, at tann sum fær ábreiðslur skal hava góða tíð til at verja seg sjálvan, og sjálvandi fær vikomandi rætt til ókeypis at leggja sínar viðmerkingar inná henda portal.

//////////////////////////////////////////////////////////////////////////////////////

Keyp av lendi
Í greinini, sum vit fyrr í ár, høvdu um keypið av bygninginum og økinum hjá Timburhandlinum Borg, spurdu vit eisini um grundstykkið sum kommunan sjálv hevði selt í hesum sama økið.

Vit hildu rætt varð at kommunan sjálv skuldi fáa høvi til at kunna borgaran.

Vit fingu svar uppá alt, men um søluna av lendi, var eingin áhugi at siga nakað um.
Eg haldi ikki tað er rætt at tiga ólíkindir burtur, og bert látast sum um einki er hent. Vit  bóðu tí um innlit í hettar mál – sera treyðugt var hettar givið okkum. Men her var einki at gera, borgarin hevur lógarásett fult innlit í avgreidd mál.

Av fyrstantíð hildu vit tað bert vera prísmunurin sum hevði áhuga (1.700,- kr og 100,- kr), men nú vit síggja henda
vavgreyt, har limirnir í Teknisku nevnd skifta meining, eins og veðurhani verður stýrdur av lotinum, tá skilja vit gott, at viðgerin av hesum málið helst ikki skuldi koma út millum fólk.

Prísin 1.700,- kr. fermeturin koma vit til við at trekkja mett virðið av bygningunum frá samalaða keypinum.

Ódámligur er arbeiðshátturin har býráðslimur dregur í egið reiður, og hinir býráðslimirnir gera eftir ordrað sum bukaðir hundar.

Fyrst  kann staðfestast, at á leið samstundis sum kommunan keypir jarðarlut frá Borg fyri 1.700,- kr. fermeturin, so selur hon, uttan nakrar treytir, í sama økið fyri 100,- kr. fermeturin.
Keyparin er sjálvur varaborgmeistarin.

Vanlig mannagongd fyri allar aðrar borgarar er:

  • Kommunan selur ikki á havnaøkinum, men leigar út.
  • Treytir fylgja við, um at byggjast skal á økið innan 2 ár – um ikki, so fellur stykkið aftur til kommununa.
  • Eingin við peruni í ordan selur jarðarlut heilt í vegg (Kappróðrarneystið) uttan nakrar treytir.

Jarðarluturin sum her verður seldur, varð í síni tíð ognartikin, og nú seldur, við spekulatión fyri eygað. Talan er um umsóknir til 2 grundøkir sum hava hvørt sítt nøkunlunda einsljóðandi innihald. Søkt verður um at keypa økið, uttan grundgevingum um hvat tey skulu brúkast til. Heldur ikki um nær tey skulu brúkast. Her hevur varðaborgmeistarin gjørt eitt sera bíligt spekulatiónskeyp.

Umsøknirnar eru frá:
SP/F Bedingin í Fuglafirði v/ Jan Toftegaard og
Firma Kato v/ Kaja Toftegaard

Í  báum førum fær keyparin fyrst, sum allir aðrir borgarar, loyvi til at keypa við vanligum treytum, og at byggjast skal innan 2 ár, annars fellur økið aftur til kommununa. Bygt skal verða á økið áðrenn tað kann seljast víðari.
(Henda avgerð er røtt og rímulig).

Keyparin er ikki nøgdur við treytirnar og sendur inn nýggjar umsóknir, har hann slær fast:
at hann ynskir at keypa, uttan nakrar treytir.

Allir tríggir veðurhanarnir í Teknisku nevnd snara sum vindurin blæsir, og ganga báðum umsóknunum á møti. Fyrru  viðtøkurnar verður ógildaðar, og 2 nýggjar einsljóðandi verða lagdar fyri býráðið har ongar treytir fylgja við, báðar verða tær viðtiknar undir broyttum líki.

Veðurhanarnir í Teknisku nevnd vóru:
Dánjal Vang, form.
Eyðun á Lakjuni
Elisabeth Eldevig

Um  onkur, nú, skuldi verið áhugaður, at bygt omaná Kappróðrarneystið, so hevur kommunan givið nýggju eigarunum buktina og báar endarnar, tað er nýggi eigarin sum nú setur treytirnar.

Jan hevur longu áðrenn  hann fekk loyvi til at keypa heilt í veggin á Kappróðrarneystinum, sum granni, megna at steðgað einari verkætlan, við at seta órímulig krøv, við egnum fyrimuni fyri eyga. Henda sølan má tí skiljast sum eitt herðaklapp, fyri at steðgað hesi verkætlan.

Præsedens:
Kommunan hevur við hesi avgerð skapt præsedens. Táið  varaborgmeistarin kann keypa uttan treytir, og á havnalagnum, við at langa nevan í borðið, so eiga aðrir borgarar at fáa somu sømdir, og loyvi til at keypa lendi undir virkjum sínum fyri 100 kr,- fermeturin.

NB:
Nú kunnu øll keypa grundøkir við spekulatión fyri eygað, 2 ára reglan er strikað.

Kommunan keypir fyri 1.700,- kr og selur í sama øki fyri 100,- kr.
Varaborgmeistarin eigur sín stóra lut í hesum málið, men øll hini 4, í samgonguni eru samsek.

 

[24.10.2008 – Jóhan Heri Joensen]