Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt

Roknskapur

Lagt út av tann 18/10/2008 – 10:03

Allar kommunur skulu føra roknskap eftir sama leisti

Í  nýggjari kunngerð verður nágreiniliga sagt, hvussu kommunurnar frá 1. januar næsta ár skulu skipa sínar roknskapir. Fíggjarætlanin fyri 2009 skal gerast eftir felags reglunum.

Eisini  verða nú felags reglur fyri, hvussu kommunurnar skulu gjalda rokningar og eftir hvørjum roknskaparleisti ogn og skuld skal uppgerast.


Hetta fer at geva bæði kommunum og landinum eitt neyvt og álítandi yvirlit yvir fíggjarstøðuna hjá kommunum, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Allar kommunur skulu seta roknskapin upp eftir somu reglum og kravt verður eisini, at roknskapirnir skulu vera teldutøkir. Hvønn mánað skulu tølini sendast til Fíggjarmálaráðið, sum kann síggja fíggjarstøðuna hjá einstøku
kommununi ella gera eitt yvirlit yvir samlaðu støðuna í landinum.


Vit fáa eitt fyrsta floks amboð at fylgja við fíggjarviðurskiftunum hjá kommununum. Kommunurnar eru ein so stórur partur av samlaða búskapinum í landinum, at tað er neyðugt at hava neyva vitan um, hvussu gongdin í kommununum er, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

– Hetta er eitt neyðugt amboð, sum vit hava bíðað eftir og sum vónandi eisini verður eitt gott amboð hjá kommunum sjálvum, sigur landsstýrismaðurin.

Frá 1. januar skulu allar kommunur í landinum fylgja felags reglum fyri, hvussu inntøkur og útreiðslur skulu gerast upp.

 

[18.10.2008 – Jóhan Heri Joensen]