Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Mentanarhúsið

Nevndarval í Mentanarhúsinum

Lagt út av tann 14/05/2008 – 18:26

Fyri  14 døgum síðani varð árligi aðalfundurin hjá Mentanarhúsinum. Fundarskráðin varð avgreidd og tey sum møtt vóru, vístu áhuga fyri húsinum, men nevndin bleiv ikki vald, tí ynski varð um at fleiri fólk vóru á fundi.

Nevndarvalið varð útsett til í kvøld 14. mai

Einasta punkt á dagsskránni varð val av nevnd. Tíbetur varð nokk av fólki sum søgdu ja til at koma í nevnd. Eftir fundin skipaði nevndin seg, og sær í dag soleiðis út:

Hans Kristian Abrahamsen, formaður
Kristina Berg, næstformaður
Maria Eliasen, kassameistari
Lív McLoud, skrivari
Sunleyg Olsen
Sunrid Traðará
Birna Joensen

Kvinnurnar tóku verðuliga um róðrið á skútuni. 6 kvinnur og eitt einsamalt mannfólk. Tað verður spennandi at síggja um hettar er ein góður coctailur, sjálvur havi eg bjartar vónir.

Eftir nevndarvalið varð orðaskifti, og góð ráð vóru eisini givin til nevndina.

Vit  ynskja Mentanarhúsinum og nýggju nevndini góðan byr, og vóna at henda mentanarliga perla verður lyft upp á eitt støði sum vit øll kunnu vera stolt av.

Góðan arbeiðshug!

 

[14.05.2008 – Jóhan Heri Joensen]