4-falda, ókeypis konsert í Mentanarhúsinum

MentanarhúsiðFríggjakvøldið tann 24. mei kl. 20.00 letur Mentanarhúsið dyrnar upp, til eitt brak av einum kvøldið! Hetta kvøldið kunnu vit uppliva 4 konsertir í einum – ÓKEYPIS!

Talan er um konsertir við Jógvan Joensen, Líggjas Olsen (Frostfelt), Benjamin Petersen & Lover Lover (Petur Háberg & Filip Mortensen).

Ungi tónleikarin, Jógvan Joensen, hevur seinastu vikurnar verið í upptøkuhølunum, og nú er hann til reiðar við einum nýggjum lagið, sum er lagt á YouTube. Leygardagin 30. mars var bólkurin hjá Jógvani í Smart Recordings og gjørdi upptøkur til eitt nýtt lag, sum ber heitið “Hope and Laughter”. Jógvan er 24 ára gamal, og fyllur tónleikurin ein sera stóran part í lívið hansara. Sagt verður út frá Smart Recordings, at Jógvan við hesum lagnum hevur eitt ynski um at røkka longri inn á tann føroyska tónleikapallin. Lagið kann hoyrast her: http://www.youtube.com/watch?v=QiV_D943sbI&feature=youtu.be

Lover Lover: Hetta er ein spildur nýggjur bólkur, mannaður av Petur Háberg og Filip Mortensen. Teir báðir, ið eru kendir úr mongum ymiskum føroyskum tónleikabólkum, mynda her eina lekkra electropopp-duo, ið kitlar og spælir við hjartastreingir. Hóast bólkurin er nýggjur, hava teir longu staðið á palli í Vega, har teir hitaðu upp fyri Eivør. Les ella hoyr nærri her: https://soundcloud.com/loverloverfo

Líggjas Olsen hevur verið virkin tónleikari í nógv ár, og er kanska best kendur úr bólkinum Deja Vu, sum vóru nógv at hoyra fyrstu helvt av 00’unum. Hann hevur eisini verið virkin í øðrum samanhangum, eittnú í samband við Guðrið Hansdóttir og Steso; og hevur gjørt tónleik til onkrar stuttfilmar. Í 2011 stovnaði hann Frostfelt, eitt soloprosjekt sum síðani hevur ment seg til eitt samarbeiði við Sakaris Joensen, sum hevur virkað sum framleiðari av fløguni “I Have A Tv Set”, sum kom út í 2011. Síðsta ár spældu teir á G! festivalinum og vóru eisini í Evropa og spældu á festivalum. Í 2013 var Frostfelt í Danmark á konsertferð, og ætlanin er at fara í holt við innspælingar til nýggja fløgu um ikki ov langa tíð. Frostfelt verða eisini at hoyra á G! aftur í ár. Í Fuglafirði komandi fríggjakvøld verður Líggjas einsamallur á palli.

Benjamin er millum tey føroysku listarfólkini, sum hava havt mest vind í seglunum hetta seinasta árið. Eftir sína framförslu á G! í fjør fekk hann plátusáttmála við týska felagið Pop-up Records og teirra bookingfelag Pop-up Booking. Benjamin vann eisini “Væl á veg prísin” hjá Atlantic Airways, umframt at spæla á m.a. Iceland Airwaves festivalinum í November. Fløgan “Ghost with skin” var givin út í januar í Týsklandi, Eysturríki og Sveits. Benjamin hevur verið nógv spældur í týskum útvarpi og fleiri av stóru bløðunum hava havt rósandi ummæli av fløguni. Herímillum týska Rolling Stone, sum eisini hevur lagið hjá Benjamin “Inner Beast” við á savningsfløguni “New Noises”, sum fæst við blaðnum. Benjamin er júst komin til Føroya aftur, eftir at hava spælt konsertir í Keypmannahavn, Århus, Osnabruck, Berlin, Dresden, Kiel og í Hamburg. Her kanst tú hoyra eitt av løgunum hjá Benjamin, “Warmth Of The Sun”: http://www.youtube.com/watch?v=P2Pgd24tFCc

Vónandi fáa vit nógvar væl upplagdar áhoyrarar til hetta kvøldið!