Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Veðrið

Sól og summar

Lagt út av tann 28/06/2009 – 13:11

Komið  er um Jóansøku og náttúran hevur seinastu dagarnar verið sera blíð. Sólin hevur skinið frá bláum himni, og lotið hevur ligið á latu síðuni.

Eysturættirnar eru eisini røttu summarættirnar í Fuglafirði, vanliga fáa vit tá góðveður her á fjørðinum.

Góðveðrið  hevur sett ferð á tey arbeiðir sum tørv hava á turki. Fleiri hava nýtt tíðina til at skift tak, málað, arbeitt í urtagarði og annað mangt.

Børnini hava verið nógv uttandura og stuttligt hevur eisini verið at sæð hvussu góðveðrið lívgar øll upp. Nakrar myndir eru her av lívinum á sandinum seinnapartin í dag (sunnudagin).

 

[28.06.2009 – Jóhan Heri Joensen]