Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Ferðavinna

Ferðavinna

Lagt út av tann 16/05/2007 – 15:44

Tað er marknaður, sum er í eksplosivum vøkstri í øllum Evropa, kundarnir eru pengasterkir, men vit hava ikki umstøður at bjóða teimum. – Tað eru pengar í kampingvinnuni, men tær basalu umstøðurnar til ferðafólkini eru ikki nóg góðar, sigur sølu- og marknaðarstjórin á Smyril Line.

Í Fuglafirði hava vit framúr góð økir til ferðafólk.

Úti á Kambsdali og við Mentanarhúsið kunnu vit bjóða ferðafólkið góðar umstøður (eisini saniterar). Her  manglar bert ein vilji til at hesi økið kunnu koma í verðuliga nýtslu sum sømiligt støðupláss, men til tað krevst ein vilji til samarbeiði og
planlegging.

Eins og aðrastaðni úti í verðini, so eiga vit eisini at duga at geva ferðafólki eina uppliving og samstundis vinna pening frá teimum. Ein av upplivingunum er at búgva trygt, í vinarligum umhvørvi.

Tá eg her nevni vantandi planlegging, so er tað manglandi avtalur við Mentanarhúsið og Ítróttarhøllina um saniter viðurskifti.

Og  so sjálvandi, tað mest umráðandi, góðar lýsingar, á røttum stað  um okkara góðu viðurskiftir.
Eg skal ikki seta ábyrgd á nakran ávísan persón, men her haltar í ólukkumát.

Eingin yvi, ovast á ábyrgdarrókini situr Mentanarnevndin.

 

[16.05.2007 – Jóhan Heri Joensen]