Konsert í Fuglafjarðar kirkju

Fríggjadagin 18 mai kl 19:00 hevur Tritonus konsert í Fuglafjarðar kirkju saman við floytublásarum av Skálafjørðinum. Tritonus hevur ofta vitjað her i bygdini, og seinast vitjaði kórið á Varmakeldu 2004 undir leiðslu av okkara góða vini John Høybye.

Síðsta ár legði John Høybye frá sær sum derigentur í Tritonus, og hevur Nishiki Sano føddur í Danmark 1974 tikið yvir, og er hann av japanskari ætt.

Kórið er her í samband við kórstevnuna, sum hevur 40 ár á baki, og verður kórstevnan hildin í Havnini 17., 18. og 19 mai.

 

[16.05.2007 – Jóhan Heri Joensen]