Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tíðindi

Syndarlig vanlukka

Lagt út av tann 27/05/2007 – 15:46

Um tveytíðina seinnapartin hendi ein álvarsom ferðsluvanlukka á Sandvíkarhjalla, tá tveir bilar rendu frontalt saman. Fýra fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið.

Tá vit hittu vakthavandi á politistøðini í Havn fyri løtu síðani, hevði hann ikki fingið yvirlit yvir støðuna. Men sum skilst hevur onkur av fólkunum fingið álvarsligan skaða.Politiið stongdi Kalbaksvegin og heitti á ferðsluna um at fara eftir oyggjarvegnum. Vegurin er nú opin aftur.
______________________________________________________

Tíverri so rakti henda ólukka okkara nærumhvørvi.

Ditleif og Rosa Eldevig lótu lív í hesi ólukku.

Vit drípa høvur saman við tykkum: systkjum, børnum,  ommu og abbabørnum í hesi syndarligu vanlukku.
At missa foreldur, ommu og abba í einum, er ein tungur kostur, og vit hava samkenslu  við tykkum.

Her á portalinum vilja vit lýsa frið yvir Ditleif og Rosu.

 

[27.05.2007 – Jóhan Heri Joensen]