Tónleikaúrmælingurin Rúni Hentze

Enn einaferð hevur 14-ára gamli trompetleikarin Rúni Hentze av Kambsdali vunnið 1. virðisløn í donsku  tónleikakappingini ”Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurrence.”

Tilsamans 105 luttakarar úr øllum ríkinum vóru teknaðir til kappingina í Keypmannahavn, sum vendir sær til børn og ung undir 17-ára aldur. Treytin fyri at tekna seg er annars, at viðkomandi hevur fingið undirvísing í musikkskúla í minsta lagi í 2 ár. Ein dómsnevnd tekur síðan støðu millum innkomnar umsóknir um upptøku.

Rúni Hentze hevur áður luttikið á Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurrence. Í 2007 vann hann 2. virðisløn og í 2008 vann hann 1. virðisløn umframt talentvirðislønina.

Rúni:
Vit ynskja tær hjartaliga tilukku við hesum heiðuri.

[23.04.2009 – Jóhan Heri Joensen]