Rúsan hevur útsølu

Hóast lógin um Rúsdrekkasølu landsins forðar fyri at alkohol-drykkir verða seldir við avsláttri, so ger Rúsdrekkasølan tað kortini

Rúsdrekkasøla Landsins selir øl, vín og brennivín við avsláttri, hóast grein 6, stk. 2 í lógini fyri Rúsdrekkasøluna GREITT tilskilar, at tað IKKI er loyvt at geva avsláttur í prísinum á rúsdrekka.

Endamálið er at sleppa undan at koyra ov nógva vøru burtur, sigur Allan Skaalum, stjóri fyri Rúsdrekkasølu Landsins