Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Vónin tvífaldar avlopið

Triðja árið á rað hevur Vónin stóra framgongd. Søla og avlop í 2011 vóru tey bestu hjá virkinum higartil

Tvær ferðir heiðurin sum ársins virki í Føroyum, hevur ikki fingið leiðslu og starvsfólk at seta seg upp afturá, at njóta heiðurin. Heldur tvørturímóti. Søla og avlop í 2011 vóru tey bestu hjá P/F Vónini í søgu felagsins.

2011 er triðja árið á rað við stórari framgongd hjá stóru føroysku trolverksmiðjuni við høvuðssæti í Fuglafirði og fleiri deildum uttanfyri føroysku landoddarnar.

Samlaða sølan hjá P/F Vónini var í fjør góðar 131 mió kr., móti 111 mió. árið fyri. Tað svarar til eina framgongd uppá 18% . Framgongdin í avlopi áðrenn skatt var 80%, úr sløkum 10 mió kr. í 2010 til slakar 18 mió kr. í 2011.

Hóast ávísur stígur kom í søluna í 2008, er avlopið hjá P/F Vónin ongantíð komið niður um 3,5 mió kr. tey seinastu 5 árini.

Havandi í huga,  at virkið er stórur veitari av útgerð til fiskivinnuna, hvørs fíggjarliga gongd er tengd at sveiggjum í fiskiskapi og fiskaprísum, kann tað ikki undra, at virkið hevur fingið heiður fyri síni støðugu og góðu úrslit niðast á botnlinjuni.

P/F Vónin er dóttirfelag hjá P/F Von og eigur dóttirfeløg í Kanada, Grønlandi, Noregi og í Føroyum. Tilsamans starvast umleið 200 fólk í samtakinum.

Eginognin við ársenda 2011 var 58 mió kr. Eginognarparturin var 34% og rentingin til partaeigararnar var sløk 7%.

Við nevndarborðið hjá P/F Vónini sita Klaus Rasmussen, nevndarformaður, Olaf Olsen og Jón Rasmussen, nevndarlimir. Stjóri er Hjalmar Petersen.