ÍF fær nýggjan Effovenjara

Leingi hevur verið at bíða eftir venjaranum, sum skal taka yvir fyri Flemming Christensen komandi kappingarár. Nógvar gitingar hava eisini verið at hoyrt ymsa staðni, men nú er so staðfest hvør nýggi venjarin verður. Albert Ó. Ellefsen hevur drúgvar venjinga- og leiðsluroyndir, m. a. hevur hann verið venjari hjá FS Vágum, HB og var eitt stutt tíðarskeið í 2008 venjari hjá ÍF eisini. Síðani november 2008 hevur Albert verið borgarstjóri í Vága kommunu, og frá 1. januar 2013 verður hann venjari hjáEffoliðnum hjá ÍF. Ein 1-ára sáttmáli er undirskrivaður, við møguleika fyri at forleingja sáttmálan við einum árið afturat. ÍF leiðslan er sera væl nøgd við at fáa ein sáttmála í lag við Albert, og sær fram til eitt gott og spennandi samstarv við komandi venjaran.

Vit vilja ynskja Alberti hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar, og ynskja honum góða eydnu við venjarastarvinum.

Kelda: ÍF