Nýggj andlit í ÍF

Vit vilja hervið boða frá, at ÍF hevur styrkt um hópin til seinnu hálvu av fótbóltsárinum. Teir
nýggju leikararnir eru hesir: Ari Ó. Ellingsgaard, Tórður Thomsen, Heri Nesá og Arnold
Kristiansen.
Ari er afturkomin frá einari væleydnaðari leiguavtalu við NSÍ, har hann veruliga hevur víst hvør
dugur er í honum. Ari hevur fyri tað mesta leikt á ymsum álopskendum miðvallarplássum, har
hann m.a. vísti dygdir á vinstra miðvøllinum fyri ÍF í fjør.
Tórður Thomsen hevur drúgvar royndir sum málverji, og hevur verið partur av ÍF hópinum
nakrar vikur áðrenn summarsteðgin, so hetta er ein natúrlig tilgongd, sum bæði ÍF og Tórður eru
sera væl nøgd við at hava fingið uppá pláss í flytingarvindeyganum.
Heri Nesá er uppvaksin í ÍF, men hevur verið partur av hópinum hjá Aarhus Fremad seinastu
tíðina. Heri er ein verjuleikari við fótbóltsdygdum, og kann heilt sikkurt styrkja um verjupartin hjá
okkum.
Arnold Kristiansen er eisini uppvaksin í ÍF, men hevur m.a. roynt seg í U17 hjá Vejle Boldklub
Kolding. Arnold er ein offensivur leikari, við einari sera bjartari framtíð.
Vit eru sera glað fyri, at fáa hesar 4 leikararnar (aftur) til Fuglafjarðar, og ynskja teimum øllum
góða eydnu í ÍF blusuni. Allir hava gjørt avtalu fyri restina av kappingini í ár.