Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Røður

Grækarismessa

Lagt út av tann 28/03/2007 – 15:25

Almenna grækarismessuhaldið í Fuglafirði var í ár av ongum, men Frits Johannesen hevur sent okkum grækarismessu røðuna, sum hann helt fyri skúlabørnunum. Fleiri eru dagarnir síðani, men góð orð skaða ikki, sjálvt um tey koma eitt sindur seinkaði. Fyrstu verðuliga góðu várdagarnir hava vit heldur ikki havt fyrren nú.

Grækarismessutalan í Fuglafjarðar skúla 2007

Díðrikur av Skarvanesi málaði mánadúvur. Hann livdi frá 1802 til 1865, og er fyrsti føroyingur, sum vit vita um, ið hevur málað myndir av d. fuglum. Í einari bók um føroyska list, sum William Heinesen hevur er ein mynd við 17 dúvum, sum hann hevur málað. Tær eru í litum, og er tað løgið, tí mánin er so keðiligur, brúnur og Ja, satt at siga litleysur. Í 1828 var Díðrikur í Keypmannahavn kom í samband við listafólk har. 1840 kemur hesin sjaldsami maður til at vera húskallur í Kárastovu. Her fekk hann loyvi til at sítt sermerkta lív, veiddi Fugl við Stóravatn, málaði og teknaði skotnar fuglar og fantasifuglar.

Neil Armstrong og Edwin Aldrin 1969 settu amerikumenninir Neil Armstrong og Edwin Aldrin fótin á mánan . Tað vóru mong við mær, sum hugsaðu tann tankan, bara teir ikki stigu í okkurt reiður á mánanum, har mánadúvurnar reiðraðust. Tað hevði verið syndarligt, um teir gjørdi tað.

Armstrong mælti, at hetta var eitt lítið fet, hann gjørdi á mánaum, men eitt stórt fet í søgu mannaættarinnar… og í hesi gongd at stigið í eitt mánadúvureiður har fýra mánadúvuegg lógu, ella tað lógu fýra ungar í reiðrinum, tað hevði ikki verið niður aftur lagt Tá høvdu bøgan og steggin grátið, so hevði tað ikki verið so mikið vert at farið so langa leið, at týna lív – týna so vakran og elskuligan fugl eins og Díðrikur á Skarvanesi hevði avmyndað hann. Nei, teir báðir rúmdarmenninir vóru varnir, tá ið teir fóru út úr lítla rúmdarfari sínum, líka so varnir, sum vit eru, tá ið t. d. vit ganga í haganum, har
heiðafuglurin reiðrast, at hyggja niður fyri føtur okkara, so vit ikki stíga í eitt tjaldursreiður við eggum í.

Rúmdarmenninir lendu, har ein rúgva av mánadúvum reiðraðust og søgdu frá, hvussu ljóðkátur hesin fuglurin var. Ja, eins ljóðkátur sum tær myndirnar hjá Díðriki á Skarvanesi eru tað í litum. Hetta er eitt stumt – eitt tigandi lag, sum hesir fuglar hava látið. Nú um dagarnar frættu vit, at kinesarar ætla sær upp á mánan at hyggja og lurta eftir mánadúvunum hjá Díðriki. Vóni, teir verða hugtiknir av teimum eins og Armstrong og Aldrin vóru tað.

Mikkjal á Ryggi

Vit kunnu eisini nevna fuglamyndirnar hjá Mikkjali á Ryggi, sum eru til skjals í Fuglabókini – so litreinar tær eru. Mikkjal var skald, og gávur hansara nomu eisini við myndlistina, har hann læt úr hondum litfagrar fuglamyndir. Hann gjørdi ikki sum Díðrikur, at hann fór upp á mánan at mála, men hann hugdi at fuglunum, sum vóru kring hann og teknaði teir. Hann læt teir í tann litin, sum fuglurin ber tann dag í dag. Her er eingin broyting farin fram. Díðrikur brúkti sítt flog og sín ævintýraheim at avmynda mánadúvurnar, og tær hava heldur ikki broytt lit og skap øll hesi árini, ið runnin eru.

Mikkjal var góður eygleiðari, og at hann dugdi at føra tekniblýantin, sæst týðiliga í yrkingum hansara. Hann málar, tá ið hann yrkir, tí verða vit ikki troytt av yrkingum hansara, og vit vera ikki troytt av at hyggja at vatnlitsmyndunum, hann gjørdi av fuglunum, og somuleiðis gerast vit ikki troytt av at hyggja at mánadúvunum hjá Díðriki av Skarvanesi.

 

Tjaldrið

Tjaldrið ber sama búnan, sum tað altíð hevur borið – reinur, nossligur og litfagur. Vit ynda henda lit. Tá ið tjaldrið fer til stroks um túvur og teigar og letur í lagdum og giljum, kenna vit okkum væl. Tjaldrið hevur sín húsroyk úr Guds fríðu  natúr; men hvussu fríð er natúran vorðin nú? Chr. Matras yrkir í yrkingini: Nú ferðast fólk fyri nesini – ymiskur er tann húsroykur, ið hongur upp við fólk. Nú verður húsroykurin doyvdur av alskyns luktilsi og barberspritti, so ilt er at kenna tevið av honum hjá fólki flest, men tað er ein annar deymur og roykur, sum situr í vøkstri, í fiski og fugli. Ein ósjónligur osi, sum goymir seg í luftløgum, í mannakroppum, í spiki og tvøsti, sum mannaeygað hevur ilt við at fáa eygað á. Hesin roykur fer ígjøgnum heilt og leggur seg har, sum sjónin ikki røkkur og fær miðalhita jarðarinnar at vaksa. Jørðin sjálv hevur fingið ein annan húsroyk, og alt livandi líður undir hesum andadrátti.

Tjøldrini sita nú við áarósar og pulka sær. Tey royna at doyvatann fremmanda roykin, sum er lagstur á tey, meðan tey hava verið í tí fremmanda. Best líkar teimum tann føroyska húsroykin, sum tey vilja ogna sær , meðan tey eru her í summarljósinum. Um fuglurin kennir á sær, sum teir klóku vísa á, at okkurt ófrættakent er í natúrini, vita vit ikki, men vit kunnu gera okkurt við hesa dálking – henda ódámliga húsroyk, og eitt afturat, at tað treingir saman um hjá t. d.  heiðafuglinum við tí ferð, sum vegagerðir og útbygging av ymsum slag fer fram í natúrini her á landi. Landið er so lítið og um eini 300 ár eru kanska bert kneysar og brattlendi eftir til heiðafuglin, meðan vit dusa okkum í bløðrubaði og eta ovurhonds stóra pitsa.

Fjallatalan

Men hóast alt hetta so syngja mánadúvurnar á tí óspilta skarðlendinum á mánanum, og fuglarnir hjá Mikkjali á Ryggi syngja so listuliga á hesi dálkaðu klótini.

Hyggið at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir? Sigur Jesus í fjallataluni. Jú, tað eru vit, men í mínum eygum í dag hava fuglarnir størri sjálvsvirði, tí tað eru ikki teir, ið dálka, men eg og tú.

Enn er reint uppí á mánanum, og mánadúvurnar flagsa kring túvur og kneysar har uppi, uttan mannahondin hevur dálkað. Vónandi verður aftur reint á Guðs grønu jørð, eins og tað er á mánanum.

Eg ynski tykkum eitt gott vár og gott summar.

Frits

[28.03.2007 – Jóhan Heri Joensen]