Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Røður

Flaggrøða

Lagt út av tann 25/04/2006 – 07:46

Flaggdagsrøðan í Fuglafirði, 25. apríl

Í dag kl. 15:00 varð Flaggdagsrøða hildin á økinum við
Bókasavnið.
Røðari var Sólfinn Hansen úr Klaksvík.
Lesið røðuna, og
síggið myndir frá flaggdagshaldinum…

Góðu fundarfólk, háttvirda
samkoma!
Fyrst av øllum fari eg at takka fyri heiðurin, sum mær sum uttanífrákomandi er sýndur, at verða biðin um at halda flaggdagsrøðuna her í Fuglafirði.Tá eg varð biðin um at halda flaggdagsrøðuna her hjá tykkum,  umhugsaði eg leingi, um eg skuldi tríva aftur í flaggsøguna, tí tað er at kalla  fastur táttur í flaggdagsrøðum her á landi. Um tá Jens Lisberg og aðrir  evnaríkir studentar á Regensen evnaðu flaggið til, ella tá tað tann 25. apríl í  1940 var soleiðis lagað, at Merkið gjørdist eyðmerkið hjá føroysku tjóðini. Ella  tá tað 1. apríl í 1948 í Heimastýrislógini varð endaliga staðfest, at Merkið  skuldi almenna føroyska flaggið. Men so hugsaði eg, at flaggsøgan av undanfarnum  flagghaldsrøðum mundi vera so kend, at neyðugt var ikki at endurtaka hana enn
einaferð, og at ikki mátti bila, um hon slapp at hvíla eina løtu. Heldur skal eg  røða um tann týdning, sum flaggið hevur havt fyri okkum – frá at vera eitt  súmbol uppá split, til at vera eitt súmbol uppá sameining. Júst sameiningina  ímillum fólkið í Føroyum er okkara Merki tað fremsta eyðkennið  fyri. Flaggdagurin er ein dagur, har ein stórur partur av okkum  tekur sær ein hálvan ella ein heilan frídag at savnast um Merkið, tí savning er  tað, Merkið stendur fyri. Flaggdagurin er somuleiðis ein av teimum fáu døgunum,  ið ikki hevur liðið somu lagnu sum Grækarismessan ella í ávísan mun føstulávint,  at verða flutt til næst liggjandi vikuskifti. Flaggdagurin verður og fer vónandi  framyvir at verða hildin 25. apríl, og eigur hetta at tæna sum ímynd um tann  týdning, hesin dagurin hevur fyri okkum føroyingar – hann hevur uppiborið at  fólk fáa høvi at taka sær eina fríløtu at minnast tað, ið Merkið umboðar.
Um fýra dagar uppliva vit enn eina sameining. Tá verður  størsta tunnilsverkætlanin í Føroya søgu tikin alment í nýtslu, og verður tá  landfast ímillum 85% av Føroya fólki og koyrandi verður av Viðareiði til  Gásadals. Enn ein sameining, ið vil nakað. Av serstakliga stórum týdningi  verður hendan sameiningin fyri fólkið, ið býr júst her í okkara øki – í  landnyrðingsføroyum, sum onkur hevur hug at kalla tað. Ongantíð áður hevur so  nógv verið tosað um samstarv ímillum økini í hesum parti av Føroyum, ið við  sínum mongu íbúgvum og møguleikum kann fara at vera eitt sterkt, munadygt  og  kappingarført alternativ til Miðstaðarøkið. Hetta hevur allar fortreytir at  skapa eina symbiosu ímillum Norðuroyggjar og Eysturoy. Men hetta fæst bert í  lag, um fólkið veruliga vil tað, og stendur saman kring tað.
Tað var ikki ætlanin, at Flaggdagurin skal standa í  skugganum til upplatingina av Norðoyatunlinum, men verður hetta tikið fram, tí  neyðugt er at hava í huga, at sameining ikki kemur av sær sjálvari. Tað kom ikki  av sær sjálvum, at føroyska Merkið gjørdist savnandi eyðkennið fyri Føroyar og  føroyingar. Tvørturímóti var tað leingi líkt til at hetta elvdi til stríð og at  fólkið fór í tvíningar. Men eftir at ein tíð var fráliðin, so hava tey flestu  okkara tikið Merkið til okkara sum umboðandi felagsskapin, vit hoyra til. Hetta  sýnir, at tá tað veruliga skal vera, so kunnu føroyingar væl standa saman,  eisini hóast vinningurin uppá stutt sikt ikki er at fáa eyga á við fyrsta  eygnabrá. Øll mugu vit geva, men afturfyri kunnu vit øll eisini fáa. Tað ræður  bert um at fara miðvíst til verka og at seta okkum mál. Hóast vit kanska ikki  vita hvat vit vilja, og hóast vit ikki røkka teimum málunum, vit seta okkum,  antin í fyrstu syftu ella í heila tikið, so kann so nógv røkkast á leiðini, ið
vit kunnu fegnast um kortini. Hvørki føroyska samfelagið, sum er sameint undir  Merkinum, ella økið her norðuri, sum nú verður sameint við Norðoyatunlinum, kann  samanberast við eina siglingarleið, har tað ger seg galdandi, at um leiðin, ið  verður stungin út í kortið, ikki verður rokkin fult út, so er øll ferðin  miseydnað. Heldur kunnu vit samanberast við eitt byggiverk, ið farið verður í  holt við, gjarna við eini miðvísari ætlan um hvussu tað skal síggja út, tá tað  er liðugt. Hóast upprunaliga ætlanin ikki varð rokkin, so standa byggisteinarnir  framvegis. Øll kenna vit til, at tá ein byggitekning skal fylgjast, so verða  møguleikar eygnaðir, ið kunnu tykjast vera skilabetri ella gagnligari enn teir,  ið upprunaliga vóru settir. Øll kenna vit eisini til, at tá ein húsabygging er  liðug, so koma nýggir møguleikar fram, ið merkja, at neyðugt er at broyta  upprunaliga bygningsverkið, annaðhvørt við at byggja afturat ella at taka  burturav aftur. Alt hetta eiga vit at vera fyrireikað uppá. Søgnin sigur, at  búsetingin í Føroyum kanska júst var ein tílík broyting av ætlanum – at antin  varð farið út uttan mið og mál, og komið var til okkara vøkru oyggjar, ella  eisini at málið var okkara grannar fyri vestan, men at tey, ið ikki vóru  sjósterk, vórðu sett á land í Føroyum. Við fyrsta eygnakast ikki serliga  væleydnað í hvørgum føri. Men nú í dag fegnast vit um úrslitið, ið er  rokkið. Hóast tað møguliga als ikki var ætlanin av fyrstan tíð.
Tí eiga vit at vara okkum fyri at vera alt ov miðvís, tá  vit seta okkum mál. Sjálvsagt skulu ætlanir og endamálsorðingar til, men vit  eiga at ansa eftir ikki at stara okkum blind av hesum ætlanum og endamálum.  Tíðin stendur ikki í stað, og tá eitt mál er rokkið, hevur tað ofta sýnt seg  munadyggari at seta sær eitt nýtt, heldur enn at seta seg hendur í favn og bert  frøast um tað upprunaliga málið, ið rokkið varð.
Sagt hevur verið um Merkið, at tað ímyndar fleiri  viðurskifti. Krossurin er eyðsýndur, og ímyndar kristinlívið og tað, sum tað ber  í sær. Tað hvíta er sagt at umboða reinleika og trúskap mótvegis øðrum  menniskjum. At hetta hvíta fyllir mest í flagginum, er neyvan av tilvild. Men av  teirri orsøk eiga vit ikki at undirmeta týdningin av tí bláa og tí reyða. Tað  bláa verður sagt at umboða hav og himmal; náttúrumáttir, ið hava stóra ávírkan  uttan at til ber at stýra teimum. Ótemjandi, og eyðsýniliga óútrokniligir  máttir. Og so tað reyða, ið ímyndar blóðrenslið, lívið og kærleikan. Hetta eru  alt eginleikar, ið illa bera til at stýra. Í andsøgn til kristindómin, ið hevur  verið rættiliga stabilur, og reinleikan og trúskapin, ið hava verið ævig virði  hjá mestsum øllum menniskjum, so umboða hinir báðir litirnir tað óstýrandi, tað  óútrokniliga. Tað eigur eisini at vera tikið við. Við einum góðum vilja kann man  siga, at flaggið ímyndar eina stóra ætlan og nøkur ævig virði, men samstundis  signalerar, at neyðugt er at taka hædd fyri, at tað ikki altíð gongst sum ætlað.  Øll hesi virði – tað sum er fastlagt frammanundan og tær avdúkingar og  broytingar, ið koma so við og við, mugu ganga upp í eina hægri eind, fyri at vit  kunnu fáa ein felagsskap, sum er lív lagað. Leggja vit ov stirvna kós, har vit  ikki loyva nøkrum frávikum, berst sjáldan á mál.
Kendi týski heimspekingurin Friedrich Nietzsche segði tað  ongan týdning hava, um málsetningarnir vóru veruligir og kundu røkkast, ella  ikki. Tað týdningarmikla var at seta teir og síðani røkka “mílapelunum” á  leiðini. Har skuldi setast ein varði, sum komandi ættarlið hevði at miða seg  eftir, um tey vildu ganga somu leið, og kanska koma enn longri, og harvið seta  nýggjan varða.
Í Føroyum hava vit havt eina eindarmentan, har siðir,  átrúnaður, gerandisdagur og lívið sum heild var munandi meira felags, enn tað er  í dag. Við ídnaðarkollveltingini fór tíðin frá hesi eindarmentan, og í munandi  størri mun varð einstaklingurin, individið, settur í hásætið í  samfelagsáskoðanini. Nýggjar átrúnaðarligar rørslur stungu seg upp, og økta  fiskivinnan gjørdi, at nógv av tí virksemi, sum øll áður vóru felags um, nú  antin mátti gerast av færri fólkum, ella eisini detta burtur fyri at geva rúmd  fyri nýggjum virksemi. Tað er tí neyvan av tilvild, at føroyingafeløg júst um  hetta mundið stungu seg upp, og tað er frá hesum, at vit hava okkara báðar  tjóðsangir, Eg oyggjar veit hjá Fríðriki Petersen og Tú alfagra land  mítt hjá Símuni av Skarði. Eindarmentanin var farin frá føroyingunum, og vit  høvdu tørv á at fáa okkurt í staðin, ið umboðaði tann felagsskap, vit øll eru  partar av. Hetta hevur uttan iva eisini verið ætlanin hjá teimum, ið gjørdu  fyrsta Merkið – at savna føroyingar.   Sum klaksvíkingur av uppruna veit eg alt um, hvat tað vil  siga at vera lokalur – uppá gott og ilt. Tað hevur áður víst seg at havt  stórar fyrimunir við sær, at man verjir um heimstaðin og stendur saman, hvat  antin tað er í handilslívi, fótbólti ella hvat tað nú skal vera. Hetta kann tó  eisini hava sínar negativu síður, tí man ikki sær útum lokala felagsskapin. Eg  sigi ikki, at vit hava tørv á eini uppgerð við tað lokalpatriotiska, tí tað  hevur ofta víst seg at vera ein fyrimunur. Tað sum eg vil siga er, at tað ber  til at vera lokalur á einum størri øki. At patriotisman fer at fevna um eitt  størri og breidri øki. Hvør veit um ikki bert fer at vera eitt stórt  flaggdagshald her í landnyrðingsføroyum um nøkur ár?
Størsta ímyndin uppá sameining ímillum íbúgvararnar  norðanfjørðs síggi eg dag og dagliga, har eg starvist, nevniliga á skúladeplinum  á Kambsdali. Hendan megnarætlan varð fingið í lag við initiativi hiðani úr  Fuglafirði, men í tøttum samstarvi við hinar bygdirnar og oyggjarnar í  nærumhvørvinum. Byggingin á Kambsdali er eitt væl eydnað dømi um, hvussu væl  kann gangast í samstarvi. Fara vit longur suðureftir í landinum, hevur júst ein  líknandi verkætlan við skúladepli verið ímyndin av spliti ímillum íbúgvarnar og  verið við til at býtt eina nátúrliga eind í tvíningar. Her norðanfyri hava vit  lært, at samanhald ger sterkan. Har ið brøður berjast um breyðið, spyrst sjáldan  gott burturúr.
Hóast vit menniskju eru einstaklingar, so hava vit altíð  havt lyndi at savnast. Savnast í felagsskapum, til tiltøk og í størri  sambandi í samfeløgum. Tí vit vita, at samanhald ger okkum sterkari. Lat okkum  tí royna at fáa tað besta burturúr og gera tað, sum upprunaliga var ætlanin við  Merkinum: at savnast um tað, vit hava til felags, heldur enn at skiljast  okkum sundur av tí, ið vit ikki hava til felags. Tað er í samanhaldinum, at vit  styrkna. Bæði hvat viðvíkur samstarvi kring Norðoyatunnilin fyri framman, og tá  tað kemur til at savnast undir Merkinum hvønn tann fimmogtjúgunda dagin í apríl  tey komandi mongu árini.
Takk fyri at tit lýddu á!

[25.04.2006 – Jóhan Joensen]