Grind

 

 

 

Seinnapartin fríggjadagin  løgdu á leið 170 hval beinini á sandinum í Syðrugøtu. Drápið gekk skjótt og væl.

Grindin varð býtt í dráps- og bátspartar umframt heimapartar til Gøtu, Leirvík og Fuglafjørð.

Parturin  hjá Fuglafirði varð fluttur inná kajuna seinni um kvøldið, og byrja varð at skera upp á miðnátt. Útgreinandi seðlar vóru komnir upp at hanga, so hvør einstakur lætt kundi síggja hvønn bólk ein hoyrdi til. Stóri trupuleikin var, at sera fá møttu at skera upp og taka upp grindina.

Klokkan  8 leygarmorgunin sá út sum um, at fuglfirðingar ikki løgdu í at fáa av hesari Guds gávu. Hvalir lógu framvegis hálvuppskornir og enntá onkur ikki ásettur. Uppskorin grind og spik lá eisini og sløddist og átti ongan góðan. Likkur og másar høvdu jóladagar.

Tíbetur broyttist  henda syrgiliga sjón út á fyrrapartin, táið fólk sum ikki høvdu hoyrt tíðindini seint á kvøldið, komu og skóru restina upp, so meginparturin kom til høldar, hóast býtið av pørtum varð sera tilvildarligt.

Í  Gøtu og Leirvík fekk fólkið fráboðan um heimapartin í góðari tíð um kvøldið, meðan lýsingin til fuglfirðingar kom sera seint á kvøldið. Onkur varð farin til songar og onnur høvdu sløkt útvarpstólið.

Í  hesum høpi er Fuglafjarðar kommuna so dyggiliga dumpa í kunning til borgaran. Á bryggjuni hoyrdi eg undanførslu um trupuleikar við at fáa lýsingina inn til Kringvarpið, men Gøtu og Leirvíkar kommunur høvdu ikki hesar trupuleikar.

Tíbetur vístu borgararnir seg ábyrgdarfullar og tóku restina upp leygarmorgunin, bert spell, at fleiri vóru sum ongan
part fingu.

Jógvan  Ryggshamar sker her lykkjur, handfaringina hevur hann við sær úr Vági. Meðan hann stóð í Neysti við bátahylin og skar upp, fekk hann vitjan av einum ferðaliðið úr Esbjerg, sum tilvildarliga kom framvið, og kaðaðu inná gólvið. Tey fingu eina hugnaliga løtu her í neystinum, og greitt varð frá um grind, grindabýti, hagreiðing og ferðamynstri hjá grindahvalinum. Fleiri smakkaðu uppá eldri væl íligið spik. Táið spurt varð um teimum dámdu, svaraði onkur vinarliga: “At det var en særlig oplevelse”.

Her kundi Jógvan so geva hesum ferðafólkið eitt annarleiðis upplivilsi. (Tíverri varð myndatólið ikki í neystinum táið
gestirnir vóru har).

Tveir drápspartar og ein bygdapartur liggja her klárir at hagreiða.

Sum  fyrr sagt so varð so gott sum øll grindin tikin upp sum tað leið út á fyrrapartin leygardagin, og kommunumennirnir ruddaðu og spulaðu bryggjuna. Tíðliga seinnapartin var aftur reint og rudduligt.

Burgundia førdi restirnar til havs. Tað  sum sá syndarligt út leygarmorgunin bleiv tíbetur ikki ein skomm fyri borgaran í Fuglafirði, men tað er langt á mál um Fuglafjarðar kommuna skal fáa heiðursmerki í kunning til borgaran.

 

[15.07.2007 – Jóhan Heri Joensen]