Broyting í veðurlagnum – ella ?

Nógv verður spátt um komandi veðurlagsbroytingar, ísurin svinnur og sjóarmálin hækkar.  Á hesi framtíðarmyndini er grindadráp á “torginum” – ella ?

Tað kann eisini vera, at her er talan um tað sum kallað verður myndatala. Er hettar framvegis okkara torg – ella ?

Myndina  hevur Kjartan Madsen hegnisliga sett saman av tveimum myndum, eg helt, at myndin sigur meira enn nógv orð. Eisini gevur hon okkum eina ábending um, at vit eiga at verða krittisk í hesum tøkniligu tíðum, og ikki svølgja øllum rátt sum vit síggja ella hoyra.

 

[25.08.2008 – Jóhan Heri Joensen]