Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Náttúran, Ymiskt

Áirnar

Lagt út av tann 27/08/2008 – 07:54

 

Ein  av fáu verðuligu oysandi regndøgunum, varð eg staddur á kajuni, og kundi harfrá síggja allar tær stóru áirnar í Fuglafirði. Eg helt hesa sjón vera so áhugaverda, at eg tók nakrar myndir. Regnið ger sjálvandi, at myndagóðskan ikki er tann besta, men náttúran liggur opin fyri eygum okkara.

Um nakað land í verðini er væl fyri við náttúruorku, so má tað vera Føroyar. Í túsundavís av tonsum kemur vatnið oman úr fjøllunum. Vindurin er vanliga so nógvur, at ikki eru nógv lond sum kunnu koma uppá síðuna av okkum. Streymurin og alduorkan í sjónum bjóðar seg fram, men vit eru enn bert á byrjunarstøði til at nýta hesar náttúrugávur.

Jú,  sjálvandi krevst serútbúnaður til okkara viðurskifti, men tað er ikki ómøguligt at troyta hesa orku, spurningur er bert um árræðið til at loysa trupuleikarnar.

Uttaru og innaru Marknáir

Uttara er mark millum Gøtukommunu og Fuglafjarðar kommunu

Breiðá

Gjógvará

Skarðsá

Kyrkjuryggsáir

 

[27.08.2008 – Jóhan Heri Joensen]