Evald Johannesen 80 ár

Ikki  kunnu vit siga, at Evald fer um tey áttati hendan dag, so fattur og spelkin; men svá er. Lættur í sinni, góður frásøgumaður, og so svimur hann sum selur á sundi hvønn leygarmorgun i tí svamblandi pensiónistahópinum í damminum undir skúlalonini.
Vit eru skyldmenn, og stavar hesin uppruni okkara úr Lamba, av Hellunum, úr Garðshorni í Oyndarfirði og Fuglafirði. Evald er fróðar maður og veit væl at siga um slekt í síni heild í Fuglafirði.
Lamba  Símun – Símon Johannessen, var langabbi okkara. Hann var sonur Ellen Thomasdatter, f. 1788 í Lamba og Johannes(Jóannes) Johannesøn, f. 1791 í Hvalvík. Símun fekk sær konu úr Fuglafirði, ið æt Marin Margretha (á Vestur) Poulsdatter. Foreldrini hjá Marin Margrethu vóru Johanna Jensdatter, Jóhanna á Kinn f. 1810 og Poul Eliasøn, Poul á Vestur f. 1801. Jóhanna var ættað úr Lamba og systir Janus á Kinn, sum fyrstur setti seg niður á Hellunum(1849). Poul var ættaður úr Fuglafirði( Hellubókin blaðs. 28).
Símun og Marin Margretha  eru tey næstu, ið seta seg niður á Hellunum(uml. 1860). Margretha er systirdóttir Janus. Símun og Marin Margretha fingu 9 børn. Triðelstur av børnunum er Johannes(Jóannes) Fredrik, f. 22 mai 1863. Hann er abbi Evald í faðir ætt og varð í Fuglafirði kallaður  Jóannes í Innustovu. Hann var tvær ferðir giftur. Fyrra konan var Elsebeth Johansen, dóttir Høgna á Rætt, Høgna Gaard, ættaður úr Garðshorni. Høgni var beiggi langommu mína, Annu Mariu í Tarti í Oyndarfirði. Umframt Høgna fluttu Kristoffur og Kristian eisini út á Hellur. Kristoffur var gamal drongur, og Kristian hevði konu úr Fuglafirði, sum æt Hansina, ættað úr Toftum.
Jóannes í Innistovu.
Jóannes  og Elsebeth fingu tvey børn – Anna Ceciliu, f.1.sept. 1893 d. 31. mars 1941 giftist við Sámali Hansen á Brúnni í Fuglafirði. Tey fingu átta børn. So er tað pápi Evald, Simon Pauli f. 9. apríl 1898, d. 12 apríl 1966 giftist við Poulinu Eliasen á Vestur. Tey fingu trý børn. Evald, Petur og Johannes (Hanni)
Elsebeth doyði 13. apríl  ár 1900, bert 36 ára gomul. Jóannes giftist upp aftur við Súsonnu Margretu á Vestur í Fuglafirði. Tey fingu trý børn saman.- Eliseus, Elsebeth Mariu og Kristinu. Súsanna Margretha var abbasystir Evald. Sostatt giftist abbin uppaftur við abbasystrini.
Jóannes  í Innustovu og abbi, Thomas Jóhan (fimtelst) vóru brøður. Jóannes í Innustovu skuldi hava so sera vakurt mál. Herluf Berthelsen, sáli, segði um hann, at hann mintist hann sita sunnudag seinrapart summardag framman fyri stovuvindeygað upp á glopp syngja gamla nóta . Hetta var hansara partur av lovorðum til skaparan, ein longsul og tráan eftir tí, ið fór at verða betri. Hugsi, at hetta kennist eisini úr øðrum bygdum, at fólk í sínum lag bygdu sær eitt altar við rondum av bílbilskari hugmynd í orðum og sangi. Hetta stóð hjartanum næst, men ikki so sjáldan kendu onnur andan av hesum  lag. Evald er ikki sørur, tá ið tað kemur til sang. Hann hevur ein ljóm í røddini, sum ber boð um ein ljósan bariton. Bróðirin, Hanni, sum doyði fyri tveimum árum síðani, var millum frægastu harmonikuspælarar her á landi. Tá ið hann  mýkti harmonikuna í tangorytmum, titaði mangt ungmanna hjarta í kærleiksrúsi , tá tey í dansistovuni fingu sær ein sving om t. d. í La Cumparsita – so listaliga og kenslusamt, hann nam við innastu streingirnar hjá teimum ungu. Eliseus og systrarnar høvdu so stak gott mál og tiltikið er, tá ið Elsa Maria sang solo í Klaksvík í Fuglafjarðar sangkóri í sínum bestu
árum, táraðu dreingirnir í Klaksvík, tá ið teir hoyrdu góðan sang bornan fram av kvinnurødd úr Fuglafirði.
Poulina
Mamma Evald æt Poulina og var dóttir Johannu og Pól av Vestur. Johanna var ættað úr Kollafirði, úr Lonini Norðuri í Sundum – dóttir Poul í Sundinum. Hon doyði sum 70 ára gomul og Poul bleiv 84 ára gamal. Poul av Vestur var sonur Elias av Vestur. Langabbi mín úr Toftum í Fuglafirði, Poul Poulsen, og hann vóru brøður. Ættarbondini eru tøtt og røkka tey, sum sagt úr Garðshorni í Oyndarfirði, til Hellurnar, í Toftir og av Vestur í Fuglafirði. Kanska í hesari digitalu tíð telur hetta ikki so nógv millum tað unga fólkið, men slektin var eitt og alt hjá teimum gomlu, og eg ivist onga løtu í, at hetta ikki fer at stinga seg upp aftur at kenna røtur sínar. Føroysk eyðkenni, sum eru tengd at máli og mentan okkara, eiga vit at varða um, tí tað er hetta, sum sigur frá, at vit eru eitt fólk. Evald er ein av hesum monnum í bygd okkara, sum dugur tann gamla frásøguháttin í nýtum orðum at bera fram sína hugsan. Við kaffiborðið leygarmorgun á lærarastovuni eftir pensiónistasvimjingina sita teir eldru og siga frá um viðurskifti í samband við bygdarlívið og farna sjólívið. Hetta hevur staðið uppá í 20 ár og er streymurin av hesum gott íkast til okkara mentanarrák.
Evald  giftist 1952 við Jartrud dóttir Margrethu og Jacob Larsen – Jákup í Búrstovu av Eiði. Foreldur Margrethu vóru Hans Jakku í Gortri frá Gjógv og Sigga, sum var ættað úr Kollafirði. Hon var systkinabarn ommu Evald, Johannu. Sostatt vóru Jartrud og Evald ferminingar. Tey fingu 9 børn saman. Poulu, Margarethu, Elsebeth, Jákup Paula, Kristmar, Kristvør, Daisie, Petry og Jónfríð.
Evald  hevur arbeitt sum handverkari størsta partin av lívi sínum í smiðjuni hjá Pidda – seinni Meka, men eisini hevur hann verið á sjónum í nøkur ár. Fyrsti túrurin var hann við sluppini Stanley úr Vági við Herman í Garðinum sum skipara. Hann var beiggi Johan Suðring, sum búði í Fuglafirði. Hann var giftur við Haldinu dóttir Magninu og Óla Larse . Hetta var 2. juni 1946 at farið varð á Suðurlandið. Teir fiskaðu 400 skippund í 50 dagar og fingu teir 2000 kr fyri túrin, og var hetta uml. 40 krónur um dagin. Ein mánað eftir at fiskurin varð skipaður upp, fekk Evald uppgerðina sendandi í einum brævbjálva við einum kekki innaní upp á 2000 kr. Hetta var óhoyrt tá á døgum.
Vitin
Eftir  kríggið keyptu fuglfirðingar Vitan og sigldi Evald við Vitanum í eini 4 ár. Fyrsta túrin á heysti í 46 fiskaði Vitin á Halanum, og var tað mangan ótýdligt at royna um hesar leiðir um heystið og veturin. Kom hann av landnyrðingi, so varð leitað inn undir land at kroka á Vestfirðum. Ein íslendari, Jóhan, var skipari fyrsta túrin. Tríggjar ferðir sigldu teir inn undir land undan veðrinumn, og ta einu ferðina var so nógvur krapi í sjónum, at fuglurin gekk eftir hesari krapakenda vatnskorpu. Hetta hevur sæð løgið út, men vandin lúrdi,  kom hann við vindi av norði og ilsku í sjónum, kundi trolarin avísast eftir stuttari løtu. Tað eru nógvar daprar søgur um hetta, tí ráddi um at fara inn undir land skjótast gjørligt.
Hjørdis
Evald  sigldi tvey ár við Hjørdis, og var hann við lagnutúrin, tá ið Hjørdis brann 1954. Hetta greiddu Hjalmar og Evald frá, tá ið Hjalmar fylti 75 ár 26 juni fyri tveimum árum síðani. Taki eitt sindur afturíaftur hesa hending. Hjalmar var komin til skaða umborð á Hjørdis og hevði mist tummilin, og tí máttu teir sigla inn við honum og full ferð var sett á motorin. Skipið var fult upp undir lúkurnar og høvdu teir120 tons inni. Teir skuldu  bara gera eitt hál afturat, so var kósin sett heim. Evald
hevði fingið til uppgávu at ansa eftir Hjalmari, sum lá í messuni. Hann gekk so niður at hyggja til motorin, og einum sinni hann gloppaði hurðini til maskinrúmið, stóð alt í ljósum loga. Hjalmar kom upp á bátadekkið í øllum góðum. Eldurin breiddi seg skjótt, og tí ráddi um at bera skjótt at. Bjargingabátarnir vórðu lyftir av bátastólinum við gilsinum, sum varð lagdur um koppin á spælinum. Tíbetur gekk motururin á Hjørdis, so manningin fekk brúkt spælið. Spælið var reimdrivið og kundi brúkast so leingi, eldurin ikki hevði brent reimarnar. Hjalmar leyp niður í tann fyrsta bátin og kom væl undan lopinum. Evald lá ímillum bátin og eina tunnu, í tí teir settu bakborðsbát á sjógvin. Hann meislaði seg eitt sindur, men slapp væl frá hesum – Tú kanst ætla, at øll keysin var næstan sum gløðandi jarn, og var hetta í evstu løtu, at teir fingu bátarnar settar á sjógvin, sigur Hjalmar.
Steingrim  Petersen meistari hevði frívakt, og lá og svav í kamarinum frammi í keysini. Evald  fór ígjøgnum royk og eld og fekk vakt mannin og so báðir útaftur. Teir vóru ikki álvuligir á at líta, tá ið teir aftur komu í ljósmála. Báðir skoldaðir um andlitið. Hetta má sigast at vera eitt satt bragd, ið Evald útinti, tí stigu teir við síðuna av ristverkinum, sum var at ganga eftir frá messuni og fram í kamarið, fóru teir í tann logandi deyðan. Tíbetur bjargaðust allir. Tá ið neyðarkall varð sent út,
var tað hoyrt í Íslandi fyrst. Ein beiggi Sofus í Rituvík var við Egili Reyða, sum var eitt av teimum fyrstu skipunum, sum kom til Hjørdis. Tvey doriu skip komu eisini. Faðir, Theodor Johannesen, gekk upp á eitt teirra og sendi neyðarkall fra hesum skipum og tað var tað, sum íslendingar hoyrdu.
Smiðjan
Sum  sagt, fór Evald í smiðjuna eftir at hava siglt við Vitanum. Manna millum hevur hann  gott orð á sær frá hesari tíð. Hann tók sær væl av lærlingunum. Verfaðir, Erling á Støðini(deyður 1987), helt nógv av Evaldi og hann  av honum, og munnu teir mangan hava staðið við essuna og amboltin og fingið glóðheitan málm at renna saman.. Handverkið er nógv
broytt síðani hesar dagar, og fáír eru teir í dag, ið megna hetta handverk. Hetta var teirra lutur at fara um jarnið og snikka tað til, so tað fekk sítt skap og skuldi passa til umstøðurnar, sum tað var roknað til. Sluppirnar skuldu t. d. hava nýggj jarnknø, sum vóru upp undir bjálkarnar og niður á bondini. Hetta skuldi gerast neyvt, tí hetta varein partur av festinum millum skrokk og dekk. Einir tríggir boltar skuldu festast í bondini og dekkið. Ofta vóru tað tveir, ið sleggjaðu og eisini skuldi dunkast niður á øks fyri at fáa jarnið av, og mátti øksin kølast av eftir t. d. tvey duk.Eisini sveisaðu teir ofta  olju/vatntangar til sluppirnar, og tá ið liðugt var at sveisa, settu teir eitt rør í spunslholið einar tveir metrar høgt fyri at
leggja tangan undir trýst og so varð vatn fylt á, til rørið var fult. Soleiðis sóu teir, um tangin var tættur ella lak. Summir hildu, at eitt tveytumma rør munaði betur enn eitt tumma rør, men so er ikki. Tað var hæddin, sum gav trýstið. Synd at siga, at tað var gott fyri heilsuna at sveisa hesar tangarnar. Ein seymur skuldi leggjast uttan og ein innan. Roykurin hekk um sveisarnar. Hesin heski roykur mundi vera svárur fyri háls og lungu. Nú er annað bedatt, tá ið um trygdina ræður, og alt er vorðið til tað betra, tá ið um trygdina ræður.
Ikki  so sjáldan komu enskir trolarar inn á Fuglafjørð at bøta um t. d. ketlarnar. T. d. valsaðu teir rør til ketlarnar, sum vóru sett inn í holini í ketlunum. Hetta var eitt spennandi smíð, sum er farið í søguna.
Tá  ið sildaverksmiðjan varð bygd, munaði hetta væl um smiðjuarbeiðið. Tá ið sama virkið bygdi ísvirkið, bað Andreas Lava, sáli, Evald um at koma at passa hetta virkið. Hetta gjørdi hann líka til 1996, tá ið hann fór frá vegna aldur. Hetta, sum eg her havi skrivað er ein partur av tí, sum Evald hevur upplivað á síni ævi. Tað kundi verið nógv annað at trivið í, men fari at lata tað liggja og ynskja skyldmanninum til lukku við teimum 80 árunum.
Frits