Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Hugur og hegni

Fríggjadagin, 28. nov. kom út bókin, sum Lillian í Lambanum hevur skrivað um fyrra mann sín Kára Johannesen.

Bókin  Hugur og Hegni verður givin út sum eitt minnisrit um Kára Johannesen, nú 30 ár eru liðin síðani hann byrjaði virki, sum í dag eitur KJ Hydraulik.

Fyri 30 árum síðani stovnaði Kári Johannesen egið virki í Fuglafirði. Hann byrjaði sum einsamallur maður jarnsmiðju í kjallaranum í húsum sínum úti á land. Virki er síðani tá vaksið, og telist í dag millum tey stóru í Føroyum. Fyriuttan alt vanligt jarnarbeiði, so søkti Kári sær serkunnleika við at innstallerað og viðlíkahalda hátrýsts spøl og kranar.

Virki hevur í hesi 30 árini ment seg, frá eini einmanns kjallarafyritøku, til eitt nýmótans virki við umleið 55 ársverkum.

Á Kambsdali húsast KJ Hydraulik í dag í tveimum bygningum, og leiga sær hølir til størru eykalutirnar. Í samband við byggingina av tvíkiljum leiga teir hølir í Klaksvík frá Sp/F Skarðhamar.

KJ Hydraulik Tórshavn er í Mykinesgøtu. Eisini eigur Kj Hydraulik Norð Trukk í Tórshavn.

Lillian  hevur í hesi bók hegnisliga skrivað um Kára – lýst hann sum mann, pápa, arbeiðsmann og íverksetara. Hon hevur eisini leita sær hjálp frá teimum, sum Kári hevði tætt samband við í arbeiði sínum.

Lívið  hjá Kára er væl lýst, frá tí hann sum smádrongur spældi í Gjógvarátúni, til hann  bert 52 ára gamal 27.august 2001 legði árarnar inn.

Samstundis sum lívið hjá Kára er væl lýst, so er tað eisini galdandi fyri KJ Hydraulik.

Kári  doyði ungur, men hansara lutur lá ikki eftir. Hann hevði í stutta lívið sínum megnað sum íverksetari, frá ongum at uppbyggja eina av stóru fyritøkunum her á landi.

Um Kára kunnu vit við røttum syngja:………”teir bygdu hetta land”.

Bergur Johannesen, sonur Kára og Lillian, avdúkaði ein málning sum Heðin Kambsdal hevði málað til høvið.

Á málninginum hevur Kári sett føturnar fastar á Kambsdali – á tí økið har virkið í dag liggur.

Heðin prógvar í hesum málningi enn einaferð, at hann í Fuglafirði er ókrýndi kongurin innan málningalistina.

Arbeiðsfólkið hevði í samband við dagin givið henda málning sum Sámal Toftanes hevur málað. Sámal er eisini ein av okkara framúr góðu málarum.

Í eina viku eru 2 bókur, við 514 síðum, komnar út í Fuglafirði. Slíkt mentanarligt bragd á siðsøguliga økinum er ikki hent áður, og fer neyvan heldur aftur at koma fyri.

Hesar bøkur eru báðar tvær eitt gott ískoyti til Fuglafjarðar søgu.

Tey sum møtt vóru til hugnaligu løtuna á Kambsdali kundu fáa sær eina bók heim við. Hvussu  onnur kunnu fáa hendur á bókini, varð ikki sagt nakað um, men óivað verða tær tøkar á fyritøkuni so leingi nøkur er eftir.

 

[30.11.2008 – Jóhan Heri Joensen]