Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » List

Fernisering og Konsert

Lagt út av tann 11/12/2008 – 11:08

Málningaframsýning “Um gáttuna” við Helga Midjord, umframt spennandi tónleikaframførðslur við m.a. Lenu og Niclas.

Evnaríki  fuglfirðingurin, Helgi Midjord, ið hevur málað við olju á lørift, fer at sýna fram sínar vøkru málningar í LM Handlinum á Kambsdali frá fríggjadegnum 12. desember og ein mánað fram. Helgi hevur valt at kalla framsýningina “Um gáttuna”, sum eisini er heitið á stórsta málninginum á framsýningini. Helgi Midjord fer sjálvur at spæla gittara og syngja  til ferniseringina, afturat sær hevur hann ungu songkvinnuna Nikolinu Midjord. Lena og Niclas fara somuleiðis at seta dám á løtuna við teirra framúr vakra, inniliga og beinrakna tónleiki. Nú tað stundar til jóla, verður ímillum annað onkrir jólasangir á skránni.
Ferniseringin  verður fríggjadagin 12 desember kl. 17.00, tað er ókeypis atgongd, vit bjóða kaffi, kakao og okkurt lekkurt afturvið.
Vitja heimasíðuna hjá Helga Midjord her: www.helgimidjord.comUpp –og afturlatingartíðir hetta vikuskiftið:
Fríggjadagin 12 des. Kl. 10.00 – 19.00
Leygardagin 13 des. Kl. 10.00 – 17.00

 

[11.12.2008 – Jóhan Heri Joensen]