Jólafriður

Her er John avmyndaður á leguni í Afghanistan, saman við danska krónprinsinum sum varð á vitjan.

Friður á jørð og í menniskjum góður tokki.Hesi orð úr jólaboðskapinum hoyra vit á hvørjum árið. Tað er sum um ein duld kraft er goymd í hesum setningi. Friður skapast í sál og sinn, hóast vit eru stødd í myrkastu tíð á árinum og stormarnir leika.

Fyrireikingin  undan jólum er av, á hesum sinni, nógv hevur verið at gjørt seinastu dagarnar fyri at vit og okkara kæru skulu hava tað so gott og hugnaligt um jólini. Ymiskt er eisini hvussu vit prioriterað hvat tað er sum skapar hugnan og gleðina.

Á jólum vilja vit helst verða saman, men  flest okkara eiga ein ella fleiri sum ikki eru heima á jólum. Tankarnir eru eisini serliga nógv hjá teimum hesar dagarnar. Flestu teirra hava tað tíbetur gott har tey eru, men longsulin, hevur hug at ynskja at tey vóru nærri.

Vanliga hugsan okkara er, at friður er sum eitt tokutám, sum bert kemur yvir okkum av sær sjálvum. Friður er fyri okkum
bert ein sjálvfylgja, men soleiðis er tíverri ikki allastaðni.

So undarligt tað ljóðar so berjast vit við hvørt fyri at skapa frið á jørð.

Ein av teimum sum í løtuni ikki er heima á jólum er John Fornagarð úr Fuglafirði. John er í Afghanistan har hann sum NATO hermaður er við til at tryggja frið í landinum.

John meldaði seg til danska herin í 2006. Í februar 2008 varð hann, sum NATO hermaður, í Mitrovica í Kosovo. Sum vit jú vita so hevði kríggj, neyð og elendigheit valdið í hesum øki í nøkur ár. Í dag er munandi betur og fólkið hevur aftur ein nøkunlunda dagligdag.

3 aðrir føroyingar vóru í Kosovu samstundis sum John.
Teir vóru:
Tamara í Túni av Toftir
Jarvild á Lava Olsen úr Skálavík
Tróndur Vatnhamar slektaður úr Leirvík búsitandi í Danmark

Heimkomin úr Kosovo varð John spurdur, um hann kundi fara til Afganistan, tí ein deild manglaði 3 menn.
Hann játtaði og fór til Afganistan fyrst í novembur 2008, og kemur væntandi heim aftur um hálvan februar 2009.

Sum  friðarvarðveitandi hermaður í NATO gongur John dagliga allvápnaður, men endamálið er ikki at berjast, men at verja friðin. Loyvt er ikki at brúka vápn til annað enn í verjustøðu.

Seinastu dagarnar hevur danska deildin verið fyri stórum missi har menn eru falnir.

Her er mynd av leguni. Vanliga  er tað turt og oyðimarkarkent, men summastaðni eru eisini góð dyrkilendir. Í hesum døgum hevur verið vátt, og tí eru markirnar runutar og tungar at ganga í.

Afghanistan burdi verið væl fyri. Har er nógv náttúruríkidømi, men kríggj hevur drigið landið í armóðs støðu.

Í  fanatiskt religiøsa Afghanistan kundu kugaðu kvinnurnar vænta sær harða straf um tær vístu seg uttan at verða innballaðar í slør.

Hesar  fittu kvinniligu vættrarnir, hava tó ikki fanatisku lógirnar hangandi á herðunum, og kunnu í sólarljósinum vísa vakra smílið.

Hóast barsku umstøðurnar, so er legan í hesum døgum merkt av donskum/føroyskum jólahugna.

Borðreitt verður fyri 700 fólkum

Fleskasteik við við øllum tí sum hoyrir til
Berberie dunnubringa
Medistarpylsa
Laksur
Sild
Rugbreyð

Heimanífrá vilja vit ynskja tykkum eini.
Gleðilig Jól
og, at hann sum øllum valdar skal verja tykkum

[24.12.2008 – Jóhan Heri Joensen]