Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tíðindi

Syndarlig vanlukka

Lagt út av tann 30/12/2008 – 11:46

Tað var umborð á sandbátinum, Sandfrakt úr Fuglafirði, at føroyski maskinmaðurin var áhalsin, datt í lastina og doyði

Ógreitt  er, hvussu hendingin fór fram, tá ein av manningini á einum føroyskum sandbáti, sum arbeiðir í Horsens havn, datt í lastina og doyði. Tríggir aðrir mans vóru við bátinum, men ongin teirra sá tilburðinTalan er um sandbátin, Sandfrakt, hjá P/F Sandgrevstri í Fuglafirði. Stjórin í felagnum, Gordon Martin Midjord, sigur, at onki vitni var til ólukkuligu hendingina, og tí veit hann ikki at siga, hvussu tað kundi henda.

Fýra  mans eru vit bátinum, og teir vóru í gongd við at gera skipið arbeiðsklárt til í dag, tá maðurin var áhaldsin og datt av dekkinum niður í eina tóma last. Hann skuldi eftir øllum at døma niður í lastina at kanna eina pumpu.

Hann fekk so mikið álvarsligan skaða av fallinum, sum var fýra-fimm metrar, at onki var at gera, tá roynt varð at fáa lív í hann aftur.

Maðurin, sum talan er um, er 48 ára gamli Sjúrður Nónsgjógv, ið var ættaður frá Gjógv, men búði í Leirvík. Sjúrður Nónsgjógv, sum var maskinmeistari umborð, var giftur og átti fýra synir í aldrinum 14-26 ár. Vanlukkan hendi í gjárkvøldið, og politiið í Horsens fekk fráboðan um hendingina klokkan 20.01 danska tíð.

Stjórin í P/F Sandgrevstri sigur, at Sandfrakt hevur arbeitt nakrar mánaðir í Danmark.

 

[30.12.2008 – Jóhan Heri Joensen]