Charles Darwin

Í dag 12. februar eru 200 ár liðin síðani Charles Darwin varð borin í heim í Shrewsbury í Vestur Onglandi.

Vísindaligu sjónarmið síni grundaði Darwin partvís á drúgvu ransóknarferð á Galapagosoyggjunum í Kyrrahavi í 1830- árunum.

Eg haldi hesin dagur er verdur at minnast.

Charles Darwin varð nummar fimm av seks systkjum.

Pápin  Robert Waring Darwin, varð ein vælumtóktur lækni, men hann varð eisini ein buldribassi, sum ikki goymdi sínar meiningar, men bar tær opið og frítt framm, men Charles Darwin sigur at hann minnist pápa sín sum tað vinarligasta menniskja hann nakrantíð hevur kent.

Abbi Charles varð eisini víðagitin lækni, men eisini var hann kendur sum vísindamaður , uppfinnari, og filosoffur. Møguliga varð tað hansara teori um útviklingslæruna, sum kom at ávirka lívsleiðina hjá Charles.

Mammuna mintist Charles ikki nógv til, hon doyði táið Charles varð 8 ára gamal.

16  ára gamal fór Charles til Edingburgh har hann skuldi lesa til lækna, men skjótt gjørdist tað honum greitt, at henda útbúgving ikki varð tað hann vildi, og gavst.

Í 1828 setti Darwin seg aftur á skúlabonk í Cambridge. Nú var tað teologistudie sum hugtók hann, hann vildi verða prestur.
Í januar 1831 tók Darwin prógv sum prestur. Hann bleiv nr. 10 av 178 lesandi.
Hann kundi nú fara í arbeiði sum prestur, men tilvildin vildi tað so, at hann í staðin kom við í eini sigling kring knøttin.

Í 1839 gav hann út: The Voyage of the Beagle. Henda reisufrágreiðing var tann sum gjørdi hann víðagitnan.

Í 1859 kom út høvuðsverk hansara: On the Origin of Species– (Menningarlæran).
Henda útgáva er grundarlagi undir menningarlæruni  sum vit kenna hana í dag.

Hóast Darwin varð útbúgvin teologur við framúr góðum prógvi so misti hann trúnna á, at nakar Gud er til. Men vit eiga at leggja okkum í geyma, at hann eisini segði, at gudstrúgvin er ómøgulig at viðgera vísindarliga.

Við øðrum orðum vísindarligar hugsjónir skulu prógvast.
Trúgv skal trúgvast, og nýtist ikki nakað prógv.

Tann  besta gávan vit sum menniskju hava fingið frá Gudi og sum verðuliga skilir okkum frá dýrunum er heili okkara. Vit eiga at siga Gudi tøkk fyri hesa stóru gávu, og nýta hana til fulnar. Tí skilji eg ikki, at tað framvegis eru fólk sum við hond og fót skulu arbeiða ímóti vísindaligum verðuleikum sum prógvfastir vísa seg í lívinum á jørðini.

Vit vita eisini hvussu Kopernikus varð tvingaður av pávanum, at taka í seg aftur orðini: At jørðin varð rund, anars vildi hann verða lýstur í bann. Hann gjørdi sum hann varð tvingaður til. Tók orðini í seg aftur. Men táið Kopernikus kom út aftur frá pávanum, segði hann:

Sjálvt um eg varð tvingaður til at siga at jørðin er fløt, so er hon rund allíkaval.

Henda fitta søga vísir okkum tíðuliga tátíðar snævurskygni við nútíðareygum. Eg rokni við at øll í felag í dag flenna at hesum bíttleika.

Spurningurin er so, hvørjum okkara eftirkomarar flenna eftir um 100 ár.

Í  mínum hugaheimi er : fundamentalistiska avnoktanin av menningarlæruni  – ein háan móti skapanarverkinum og misbrúk av tí bestu gávu Gud hevur givið okkum (heilanum).

Eg vil at enda taka fult undir við Arna Zachariassen og Sjúrði Hammer,  har teir í lesarabrævið í Dimmalætting
byrja við spurninginum:

Hvør skapti blómurnar?
og í endanum á skrivinum siga:

Svarið er sjálvandi:
Gud í Himlinum

Eg havi bert tað viðmerkingina, at hann ikki er liðugur enn.
Hann broytir og skapar framvegis.

Tann sum vil vita meira um Darwin kann kunna seg á hesi heimasíðuni: www.aboutdarwin.com

 

[12.02.2009 – Jóhan Heri Joensen]