Ísvirkið fór undir heilt 25.08.2011

Útsýnið Út á Land – Ísvirkið við síðuna av tí bláa bygninginum
So varð ”Ísvirkið skoldað”.  Hetta var bygningurin, ið flestu fuglifirðingar handan eystara landið festu eygað á, tá ið teir morgun og kvøld sótu framman fyri køksvindeygað við einum  morgun- ella seinrapartdussi. Øll míni ár hevur hetta verið ein ikon – húsið við tí reyðu tekjuni, reyðu hurðunum og  vindeygakarmunum, ið  læt upp  fyri einum ávísum ráki í hugans heimi og bygdarsøgu.

Eitt sindur um søguna um Ísvirkið (Handilsvirkið Haraldsen 75 ár)

Jákup Haraldsen stovnaði 1940 partafelagið Fuglafjarðar Ísvirki. Tey, ið stovnaðu hetta virki, vóru: Jákup Haraldsen, Anna Haraldsen og Kristian Haraldsen(Bassi). Farið varð við tað sama undir at byggja á helluna uttan fyri Køvugjógv.
Tá ið annar heimsbardagi brast á í 1939  varð ikki møguligt at selja fisk til tey londini, sum vanliga keyptu frá okkum – Spania, Italia, Portugal og Grikkaland, tí mátti farast undir okkurt annað, sum kundi menna okkara samfelag. Bretar tóku stóran part av fiskiflotanum til hernaðin, tí teimum vantaði hernaðarskip. Hetta førdi við sær, at matvørur komu at tróta á marknaðinum, helst fiskur,  og tí fór prísurin á honum munandi upp.
Føroyingar sóu ein møguleika at vinna sær nakrar krónur burtur úr hesari støðu og fóru at sigla við feskum fiski til tann bretska marknaðin. Her skuldi ísur til fyri at halda fiskin feskan, og fá og smá vóru ísvirkini her á landi, so hetta munti ikki nógv. Í Eysturoy var einki virki.
Framleiðslan av ísi á Isvirkinum var uml. 12 tons um samdøgrið. Sjálvandi keyptu tey føroysku skipini eisini ís úr Bretlandi, hóast vanliga hugsanin var tann, at ísurin úr Fuglafirði var nógv betri enn tann enski.  Vatnið til ísin kom úr Kelduni  Vígdá omanvert Ísvirkið.
Tá ið kríggið endaði í 1945, og skip góvust at sigla til bretska marknaðin , so kom steðgur í ísframleiðsluna, og seinast í fimmtiárunum varð virkið gjørt til eitt flakavirki og fór ein menning fram á hesum stað til 1992, tá ið kreppan kom. Hetta var gongdin, og hetta er ein partur av hesi søgu.
Oddfríður Harladsen, sáli,  var maðurin , ið stýrdi hesum valaplássi heilt fram til hendan “øskudag” í 1992, tá ið alt Føroya land var komið á ørmundarhúsið.
Skaldakent hús.
Heilt uppi undir Nón á Gjógvarafjalli vellir Keldan Vígdá fram. Tú kanst síggja froðuna standa  frá henni góðveðursdagar, tá ið ljósagrønur mýrimosi liggur sum eitt klæði kring ta skúmandi kelduna.. Hon flýtur inn í eygnakrókarnar á hvørjum mansbarni í bygdini, og væl smakkar vatnið undan krananum frá hesari keldu. Keldan er lívsæðrin í bygdini. Hon hevur í túsundir av árum runnið undan hesari valling uppi undir Nón og sagt sína søgu um tað, sum hevur verið kring hana og tað, sum hevur  verið í hesum dópsvatni. Hon hevur doypt Ísvirkið hvønn dag síðani fyrst í fýrati árunum, so hesin dópur hevur ikki munað til tað oyðandi megina, sum liggur í mannahondini, nú Ísvirkið er avdankað.
ì mong ár vóru bert tvey hús úti við Køvugjógv. Tað var Ísvirkið og húsini hjá Jacob Úti á Land. Soleiðis verður t. d. lendið kallað  úr  Rossagerði út á Leitið.

Reyða húsið – Kazimir Malevich

Seinrapart onkran sunnudag í góðum summarveðri , varð  gingið túr í mínum barnaárum Út á Land. Hetta varð langt at fara, og var tað satt at siga sum at koma í eitt annað land. Tað var forvitnisligt at koma so nær at Ísvirkinum, so stórt tað var – reytt og hvítt.   Løgið var tað, at tann heiti, lívgandi,  reyði liturin skuldi kasta ís av sær. Tað dugdi eingin barnasál at ímynda sær; men hóast tað, so var tað so. Hetta hús hevði so stórt pláss í hjørtum okkara, at tað var har dag og nátt… og er har enn…nú er tað farið… Evigt ejes, kun det tabte.

Onnur hús
Tað  var at undrast yvir  at standa vestarumegin landið og skoða t. d. Borgina og Húsafellið , sum stóðu sum kempur og goymdu at sínum húsum – Koksinum, Stórhúsi og tí lítla kaihúsinum eystarumegin á fjørðinum. Tað var eisini reytt, men tað hevði ikki ta  glóð í sær sum Ísvirkið. Hetta litla, fitta húsið á kaiini minti meira um  Reyða húsið sum Kazimir Malevich (russiskur listamaður f. 1878 d. 1935) málaði á sinni, sum er ein heimskendur málningur.. og ikki at gloyma tað gula húsið hjá Solberg, sála, Norður í Líð. Ovara síðan er  gul við einari reyðari hurð. Hinar tríggjar síðurnar eru grønar, vindskeiðirnar eru reyðbrúnar og minnir meira í skapi  á Reyða húsið hjá Kazimir enn Ísvirkið. Listin hjá Kazimir verður kallað fyri suprimatisma.(Suprimus – hevjað upp). Hann málaði tann Svarta fýrkantin, sum eisini er ein heimskend mynd, og er Reyða húsið ein partur av einari ikoniskari ímynd millum

Húsið hjá Solberg

ymiskar listarætningar –  kubismu, surrialismu, symbolismu og futurismu. Hetta  rumsaðaðist í sinni hansara, áðrenn hann kom til suprimatismuna – Svarta kvadratið, Svarta krossin,  Hvíta fýrkantin… og so hesa elskuligu  myndina: Reyða húsið.

Ísvirkið er nú farið, og bygdin hevur mist aftur  eitt sjaldsama vakurt hús, sum óivað Kazimir hevði verið glaður um at sæð. Enn hava vit Kelduna Vígdá, og enn eiga vit slottið hjá Solberg Norðuri í Líð, sum er uml. 6 fermetrar. Hetta er ein troyst, og kanska er tað tann seinasti suprimatistiski bygningurin her í bygdini. Vælsignaður veri Solberg, sáli, fyri tað.
Frits Johannesen