Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt

Fuglafjarðar kommuna 90 ár

Lagt út av tann 30/06/2008 – 19:50

Í ár eru 90 ár síðani Fuglafjarðar kommuna varð stovnað.

Tað hevur verið at lisið í bløðunum, at Fuglafjarðar kommuna hevur í hyggju at hátíðarhalda árið nú á Varmakeldu.

Útgrevsturin  heimi á Oyruni gevur ábendingar um at fólk hevur búleikast í Fuglafirði áðrenn 900 talið. Heilt upp til miðjuna av 1900 talinum varð ikki talan um nakra kommunala fyrisiting. Hvør var sær sjálvum næstur, men hjálpsemi til hvønn annan í nærsamfelagnum hevur tó óivað alla hesa tíð verið ein berandi styrki.

1. oktober 1873 fingu Føroyar eina lóg um kommunuskipan sum heimilaði at deila landið sundur í 5 til 9 kommunur.
Fyrstu kommunur komu at falla saman við tey 7 prestagjøldini.

Tíðina fyri 1873 vóru tað í høvuðsheitinum prestarnir sum tóku sær av felagsmálunum, sum í flestu førum vóru fátakamál.

Fuglafjarðar kommuna varð stovnað í 1918.
Áðrenn vóru hesar kommunur í Føroyum:
Tórshavnar kommuna: Stovnað 1866
Tvøroyrar kommuna: Stovnað 1879
Vágs kommuna: Stovnað 1906
Klaksvíkar kommuna: Stovnað 1908

Tað  at trýst varð sett á mynduleikarnar, um at fáa landi býtt upp í komunalar eindir, komst einamest av tí framburði sum kom í kjalavørrinum  táið Føroyar fingu fríhandil. Fiskivinnan blómaði, ognarloysingurin fekk pening í hond – stavnsbandið til teir múgvandi (bøndirnar) varð loyst.

Framburðssinnaðir menn settust niður í teimum bestu havnaplássunum – og við framburðinum kom ynskið um sjálvur
at taka avgerðir í nærsamfelagnum. Føroyar bleiv býtt upp í komunalar eindir.

Fyrsta stóra bryggjan, í Fuglafirði,varð bygd (umleið ár 1910) t.v.s 8 ár áðrenn kommunan varð sett á stovn .

Í hesi 90 árini er nógv fingi av skafti, og eisini er nógv sum enn liggur á láni.

100 ára hald.
Stórar  rembingar eru í hesum døgum um kommunalar samanleggingar. Tað verður tí spennandi, um vit eisini koma at halda 100 ára føðingardagin.

Vit vilja ynskja øllum borgarum í kommununi til lukku við føðingardegnum.
Vónandi hava vit lív og heilsuna um 10 ár, so vit aftur kunnu hittast til tað stóra hátíðarhaldið.

 

[30.06.2008 – Jóhan Heri Joensen]