Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Skúli og barnaansing

Skúlin einaferð enn

Lagt út av tann 17/06/2008 – 19:38

Neyðardýrið Gamli skúli verður í hesum døgum enn einaferð sminkaður. Er tað við góðari samvitsku vit bjóða børnunum so óvirðiligar umstøður, sum vit gera í Fuglafirði í 2008? Tíverri liggur eingin ítøkilig framtíðarætlan á borðinum, bert orðini framtíðrplanur. So leingið einki ár verður sett á framtíðarætlanina við barnaskúlanum, so eru tað bert tóm orð við ongum virðið. Tað hevur tíðin lært okkum

Fyri góðari tíð síðani hevði eg eina sera krittiska grein her á portalinum um Gamla skúla í Fuglafirði. Endamálið við tí skrivingini varð at varpa ljós á viðurkiftini hjá barnaskúlanum.

Nú  hevur Fuglafjarðar kommuna tíbetur reagerað, við millum annað at skriva á heimasíðuna um hetta mál, og eisini givið seg til kennar í fjølmiðlunum.

Eg kann ikki annað enn verða nøgdur, men mátin at síggja og loysa trupuleikan uppá eri eg tó ikki samdur við kommununa, men eg eri tíverri noyddur at bíta í grasið og góðtaka tiknar avgerðir.

Málið við hesi skriving er Gamli skúli og einki annað.
Tað er nevndin, sum hevur skúlan um hendur, sum eftir míni meting stýrir skútuni á vandakós, og hevur høvuðsábyrgdina.

Fyrra stóra pjøssingin,  sum gjørd varð á Gamla skúla, komst av at lærarar og skúlanevnd klagaðu um brunatrygdina.
Tá var, eins og nú discountloysnin brúkt,  við eini sera kostnaðarmiklari umvæling  á ein ótíðarhóskandi skúla.

Um somu tíð loysti Skála kommuna síni skúlaviðurskifti uppá ein skilagóðan máta. Teir brutu gamla skúla niður og bygdu eina glastriborg ístaðin. Hettar kostaði teimum nógv, men tað kostar eisini at eiga børn. Teir  hava í dag ein tíðarhóskandi skúla, sum skálafólk í dag kunnu vera stolt av – og vit eru so dyggiliga afturútsigld – her er talan um kleyvarskap so tað munar.

Soppakanningin verður tíverri blást upp, og verðuligi trupuleikin við Gamla skúla kemur í bakgrundina.

Borgmeistarin sigur eisini, at arbeitt verður við eini framtíðarloysn. Harragud, tað er einki nýtt í tí, tað hava vit gjørt í 40 ár, men tíverri, tað hendir so syndarliga lítið. Vit kunnu skjótt tapetiserað eina heila stovu við framtíðarætlanum, men vit koma ikki víðari.

Tað verður eisini skylda uppá Gøtu og Leirvík, tí vit bíða eftir at teir skulu taka støðu. Kunnu vit ikki sjálv taka støðu, so er tíð uppá, at geva ábyrgdina frá okkum. Gøtu og Leirvík hava tikið støðu, teir hava greitt sagt, at teir vilja fyrst og fremst uppdaterað barnaskúlarnar í bygdunum. Hví skulu teir hugsað um framhaldsdeildina, hon hevur jú góð hølir inni í Fuglafirði. Sjálvandi er einki skeivt við tí.

Tað verður eisini sagt í fjølmiðlunum, at tað er bíligari at gera hesa umvæling enn at leiga seg inn runt í býnum. Fyri  tann sum ikki kennur til verðuligu trupuleikarnar, er hettar ein møguligur sannleiki, men vit hava áður fingið sera misvísandi kunning frá býráðnum, og tað hendi aftur í hesum málið.

Er talan um eina stovu í  3 – 4 ár, og leigan er ein hálv til eina millión, so má sigast, at væl er goldið. Spurningurin er eisini, um tað yvirhøvur nýtist at leiga nakað hølið. Har viljin er kann tað mest ótrúliga fáast á skafti.

Trupuleikan,  í soppastovuni, kundi kommunan loyst bíliga, um teir meina nakað við tí, at ein loysn hjá barnaskúlanum er í framtíðarplaninum.

Ein verðuligur framtíðarplanur hjá barnaskúlanum er, eftir míni meting, eini 4 – 5  ár fram í tíðina. Men er talan um ein framtíðarplan við teimum vanligu 20 árunum, so er afturvendandi pjøssingin neyðug.

Soppastovan kundi verið umvæld, og smávegis ábøtur gjørdar á vindeyguni. Vit kundu saktans húsast undir verðandi hølisviðurskiftum, um vit vistu, at betri hølir lógu eini 4-5 ár frammi í tíðini.

Soleiðis síggja flestu vindeygu út. Kundu hesi ikki klára eini 4 – 5 ár afturat?

Eini 3 vindeygu eru plombaði sum hettar. Tað kundu vit saktans liva við í eini 4 – 5 ár. Ikki hevði tað heldur kostað alla verðina at pjøssa hesi vindeygu, so tey eisini kláraðu hesi 4 – 5 árini.

Her er ein mynd av einum av teimum vánaligastu.

Soppastovan er tó nakað serstakt . Tveir nýggir rammar høvdu loyst trupuleikan í 4 – 5 ár.

At  skifta øll vindeyguni í bygninginum, er at handla hysteriskt, um tað verðuliga er nakað aftanfyri orðini, at barnaskúlin hevur eina loysn í nærmastu framtíð 4 – 5 ár, og ikki 20 ár.

Frá mær eru hettar eisini seinastu orðini um hesa vanlukkuloysn.

 

[17.06.2008 – Jóhan Heri Joensen]