Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

FHS sum fjarlestur á Kambsdali

handilsskulinLes, tá tú hevur tíð og hug og uttan mun til hvar tú ert stødd/staddur.

Á Føroya Handilsskúla á Kambsdali hevur tú møguleika at taka einstakar lærugreinir á FHS ella heilt FHS -prógv sum fjarlestur.

Undirvísingin fer fram umvegis internetið. Tú gongur í einum ”internetflokki”,og tú hittir tínarfloksfelagar og lærarar á netinum. Í hvørji lærugrein verða sonevnd “webinar” – hetta er online – undirvísing, har tú hittir læraran og hini lesandi í tykkara flokshøli á netinum. Lærarin undirvísir, Tú kanst seta spurningar munnligt umvegis netið, og tú kemur at luttaka í bólkaarbeiði umvegis netið. Eisini verða upptøkur av ávísum evnum løgd á netið, sum tú kanst kunna teg við, tá høvi er til tað. Uppgávur og annað verður latið inn umvegis postskipan.

Handilsskúlin á Kambsdali hevur síðan 2004 havt fjarlestur. Yvir 100 næmingar hava tikið stakgreinaprógv hesi árini . Í ár verður skipanin útbygd við online – fjarundirvísing.

Fjarlestur er vælegnaður, um tú: 

  •  ert handils – ella skrivstovulærlingur og skal taka ávísar lærugreinir í hesum sambandi
  • ynskir at førleikamenna teg innan ávíst øki
  • ynskir at fáa FHS – prógv, sum gevur møguleika fyri at koma í handils  – ella skrivstovulæru

ella at halda fram á miðnámsskúla og taka 2. og 3. árið á búskaparbreytini og fáa prógv sum handilsstudentur

 

Lærugreinir

Lærugreinirnar eru tær somu sum á FHS. Lesturin er skipaður í lestrarhálvur. Hesar FHS – lærugreinar kunnu takast sum fjarlestur skúlaárið 2013 – 14:

 

Heystið 2013                                                   Várið 2014

Sølubúskapur C                                                   Enskt C

Kunningartøkni C                                               Virkisbúskapur C

Upptøkutreytir:

Nøktandi 9./10. – floks prógv

 

Luttøkugjald

Luttøkugjaldið er kr. 1700 fyri Sølubúskap, Enskt og Virkisbúskap, og kr. 1200 fyri Kunningartøkni.

 

Próvtøka

Fjarlesturin er stakgreinalestur  og  próvtøka verður í  øllum lærugreinum. Próvtøkan fyri lærugreinir lisnar í heysthálvuni verður hildin í des./jan., og fyri  lærugreinir lisnar í várhálvuni

verður próvtøkan hildin í mai/juni.

 

Depositum á kr. 300 verður goldið fyri hvørja próvtøku. Upphæddin verður endurgoldin, um

próvtøkan verður gjøgnumførd.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 1. juli. Hevur tú spurningar í sambandi við útbúgvingina, ert tú vælkomin at

seta teg í samband við Føroya Handilsskúla á Kambsdali á tlf. 610900 ella [email protected]

 

Umsóknarblað og nærri kunning er at finna á www.fhk.fo

 

Handilsskúlin hevur gjørt samstarvsavtalu við ALS, soleiðis, at fjarlestur verður eisini boðin út sum førleikamennandi tilboð til fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul

 

Undirvísingin er treytað av nóg stórari undirtøku.

Byrjað verður umleið 1. september