Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Featured, Kunning, Tíðindi, Útvald

Fólkavøkstur í Fuglafirði

Lagt út av tann 24/05/2013 – 20:00

folkatalSambart tølunum frá Hagstovuni 1. mars 2012 – 28. februar 2013, so varð fólkavøkstur í Fuglafirði í hesum tíðarskeiði.

Hóast fólkavøksturin er lítil , 3 fólk,  so er gongdin hóast alt positiv. Í flestu kommunum er tó ein fráflyting.

Burðaravlopið í Fuglafirði kundi gott verið betri, avlop = 0.  Um tað er tað, at ungu familjurnar liggja á latu síðuni, ella eru tað møguliga ov fáar ungar familjur í kommununi, sum kunnu hjálpa uppá hesi tølini. Eitt lágt burðaravlop er tíverri ein skeiv gongd fyri eina kommunu.