Í farnu viku sýndi Tónleika- og Dramabreytin í 10. flokki í Fuglafjarðar skúla og skúlanum á Ziskatrøð fram sangleikin “Rok á søgusavninum”. Umleið 1850 vitjandi vóru til tær 15 sýningarnar.
Nú er avgjørt at hava tvær eykasýningar – hóskvøldið 4. og fríggjakvøldið 5.april, bæði kvøldini kl 19:30. Leikurin verður sýndur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Atgongumerki kunnu keypast/bíleggjast á Kunningarstovuni í Fuglafirði tlf 238015. Eisini ber til at ringja á tlf 225543 ella 222443 og bíleggja, tá Kunningarstovan er stongd. Avløgd atgongumerki kunnu avheintast í Mentanarhúsinum ein tíma undan sýning.
Atgongumerkini kosta 50 kr fyri børn 13 ár og yngri, og 100 kr fyri vaksin.
Eitt sindur um leikin:
Sangleikurin hevur alt tað, ið ein slíkur leikur eigur at hava: góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað eru næmingarnir sjálvir, ið spæla bæði tónleik og sjónleik.
”Rok á søgusavninum” er ein stuttligur og spennandi sangleikur, ið fer fram á søgusavninum í Mentavík. Fugloyar Páll, ið grundlegði savnið, var ein sannur ævintýrari og savnaði á ferðum sínum alskyns lutir. Alt frá gimsteinum til klædnapløgg til standmyndir og mangt, mangt annað. Eisini ein heilt, heilt serliga dýrabaran skatt, sum Páll fjaldi væl og virðiliga onkustaðni á savninum.
Harumframt vísir tað seg, at víðagitna hálsketan hjá Kleopatru, sum Fugloyar Páll fann við áarbakkarnar á Nilánni, hevur heilt serliga gandamegi: Hon kann vekja deyð til lívs! Og tað er júst tað, sum hendir. Standmyndirnar verða livandi, og so byrjar ein spennandi og stuttlig skattajakt. Vit hitta Cesar Augustus og Ceciliu, Kleopatru, Sigmund Brestisson, Trónd í Gøtu, Turid megineinkjuna, Eyður fyndarríku, Kaptein Svartskegg og hansara sjórænaraharkalið og mong onnur. Alt verður ein sannur ruðuleiki tá øll – hvør í sínum lagi – royna at finna tann heilt serliga og dýrabara skattin.
Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Leikurin er upprunaliga enskur, men er leystliga týddur og lagaður til føroysk viðurskifti. Bárður hevur gjørt orð og løg til sangirnar og lagt tónleikin til rættis, og Marjun hevur tikið sær av sjónleikinum.