Borðtennisleikarin, Henrietta Nielsen, hevur aktiva framløgu í Mentanarhúsinum

borðtennisÍ kvøld – mikukvøldið 4. apríl –  kl. 19.00 verður okkara fremsti kvinnuligi borðtennisleikari, Henrietta Nielsen, at hitta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Á myndini sæst Henrietta til høgru við DM bronsu.Henrietta Nielsen er ættað úr Fuglafirði, og í samband við FM kappingina, ið endar við finalum leygardagin 6. apríl, fer Henrietta við myndum og orðum at greiða frá hennara borðtennislívi. Eftir framløguna fer hon at spæla borðtennis saman við øðrum borðtennisleikarum, og so sleppa áhoyrarar og onnur áhuga eisini at royna seg við borðini.

Umframt at venja og luttaka í kappingum í Danmark fyri felag sítt SISU MBK, so venur Henrietta eisini í Týsklandi, og hon umboðar føroyska borðtennislandsliðið til EM og HM kappingar umframt Oyggjaleikir.

Seinasta árið hevur hon eisini verið á venjingarlegu í fjarskotnum londum sum Norðurkorea og Rumenia.

Hon hevur vunnið heiðursmerki á Oyggjaleikum og í DM.

Sum gløggi lesarin longu hevur skoðað, so er Henrietta sera íðin borðtennisleikari, og hetta hevur tú møguleika fyri at frætta meiri um í Mentanarhúsinum í kvøld kl. 19.00.

Tiltakið er ókeypis.