Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt

Asfaltarbeiði

Lagt út av tann 03/07/2008 – 19:54

Í hesum døgum verður vegastrekkið Mirmansvegur og Vestur í Bø asfalterað.Í langa tíð hevur hetta vegastrekkið verið í sera ringum standi. Partvís tí nýggj vatnleiðing er løgd í vegin.

Tað má tí følast sera kærkomið, at tað nú verður soleiðis sum vegir og gongubreytir skulu vera.

Enn  er Traðargøtan og vegasamankomingin við Skarðsá eitt arbeiðspláss, men vit vóna at hettar verður liðugtgjørt ein av fyrstu døgunum.Tá kunnu vit av sonnum njóta at koyra ella fara til gongu á hesum vegastrekki. Eisini verður vónað, at síðstu snøklarnir verða liðugtgjørdir, og ikki koma at liggja eftir og oyðileggja heildarmyndina.

 

[03.07.2008 – Jóhan Heri Joensen]