Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Fyrsta oljan

Oljubryggjan er nýliga asfalterað. Tangarnir eru klárir at taka ímóti fyrstu oljuni. Tvær fyritøkur úr Danmark hava nú í umleið eitt ár sett anleggið upp. Ein norsk fyritøka skal gera tær seinastu tøkniligu innstaleringarnar.

Tað eru bert smávegis arbeiðir eftir at gera til annleggið er fult klárt at taka í nýtslu.

Fyrsta oljan er nú komin til nýggju tangarnar sum Faroe Bunkers hevur sett upp á Enninum. Tað  eru óivað fleiri sum ikki kennast við heitið Faroe Bunkers, men soleiðis eitur nýggja oljugoymslan í Fuglafirði. Tað eru fleiri eigarar, men ein av teimum størstu er fyritøkan sum vit best kenna undir heitinum Statoil.

Spildurnýggi oljubáturin Besiktas Halland er komin á Fuglafjørð við umleið 6.000 tonsum av olju. Talan er um 3 sløg
av olju. Tvey ymisk sløg av tungolju og vanlig diselolja. Tangarnir taka tó 3 ferðir hesa lastina, so goymslan er nakað sum munar táið fult er.

Hetta  er eisini fyrsti túrur hjá Besiktas Halland. Óivað fáa baði báturin og annleggið rættað uppá vanligu barnasjúkurnar sum vanliga fylgja við nýggjum skipanum.

Fylt  verður á goymsluna í dag, men tað verður væntandi fyrst klárt at veita úr aftur skipanini við endan av næstu viku. Enn er okkurt smávegis tekniskt at fáa uppá pláss.

Havsbrún,  sum er ein stórnýtari av tungolju hevur ein leidning beinleiðis inná virkið. Henda veiting verður tó ikki heilt liðug  fyrrenn vit eru komin inní august mánaða.

Á hesi myndini síggja vit Halland við nosligu oljubryggjuna og oljugoymsluna, sum eru 3 stórir tangar, í bakgrundini

Her  standa havnaumsjónarmaðurin Hans David Joensen og dagligi leiðarin av Faroe Bunkers Janus Rasmussen og tosa um eitthvørt við fyrstu oljulastini.

Nýggi oljubáturin er ein snotulig skúta, og ein virðilig byrjan við fyrstu oljulastini

Slangurnar eru lagdar úr oljubátinum og byrjað er at pumpa upp fyrstu oljuna.

Her  er oljugoymslan 2 bjálvaðir tangar á 7.000 tons hvør til hvør sítt slagið av tungolju, og ein tangi til vanliga diselolju, í honum rúmast 5.000 tons.

 

[04.07.2008 – Jóhan Heri Joensen]