Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Sangur, Tíðindi

Bárður á Lakjuni á Fjarðafestivalinum

Lagt út av tann 05/09/2008 – 08:57

Bárður á Lakjuni fekk sín Rock and Roll dreym uppfyltan, tá hann á odda fyri bólkinum T.O.S. fýrdi tað av á innipallinum.

Tollarar  og Syndarar er fulla heiti á bólkinum, sum legði til brots uml. kl. 1.00 sunnunáttina. Bólkurin er rættuliga nýggjur, men er mannaður av rættuliga royndum tónleikarum. Bárður er kendur úr sangbólkinum Salt, og guitaristurin Eiler Hansen plagdi at spæla við rættuliga kenda, og eftirhondini legendariska, grunge/rock bólkinum Visible Fish.

Áhugavert og fjølbroytt.

Tað  var tó ikki grunge teir borðreiddu við hetta leygarkvøldið. Heldur var tað ein blanding av fólkatónleiki, polka, tango, poppi og øðrum spennandi genrum, allar framførdar á ein spennandi hátt.

Tað var  rættuliga frískligt, at sleppa at hoyra eitt sindur bleytari tónar, frá einum bólki, har kassaguitararnir vóru í meiriluta, tá kvøldið annars hevur verið dominerað av hørðum elektriskum guitarum. Eisini vóru nøkur alternativ ljóðføri við á pallinum. Bárður nýtti klokkuspæl á nøkrum løgum, og John spældi uppá klarinett á eini tveimum løgum.

Sterkur og fittur oddamaður

Bárður  á Lakjuni hevði sera gott tak á áhoyrarunum inni í Kelduni. Hann dugdi rættuliga væl, at samskifta við fólkið í salinum. Hann sang væl, og framførdi á ein teatralskan hátt, har hann alla tíð hevði eitt skálkasmíl í munnvikanum. Hann dugdi helst, líka sum fleiri av okkum, at síggja tað stuttliga í, at hann, sum fittur, skikkiligur og gamal baptistur, skuldi uppfylla sín rock and roll dreym.

Eisini hevði  hann røddina til at sannføra. Bleyt og baptistaslig uppá tann góða mátan. Røddin var frammaliga í  ljóðmyndini, og hetta riggaði stak væl, eftirsum Bárður sang sera væl.

Tekstirnir hjá T.O.S. vóru fyri ein  stóran part spurningar um tilveruna, har fyrra helvt av sangunum settu spurningin og seinna helvt borðreiddi við svarinum, sum gevur tilveruni meining, nevniliga Jesus. Tað er ikki nógv nýtt í hesum. Tey sum kenna sangin hjá Salt, “Er Jesus nær”, vita hvat eg tosi um.

Hóast hetta, so var framførslan spennandi, og fólkið í salinum klappaði bólkin uppaftur at spæla eitt eykalag.