Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Mentan

Saknaði sonurin

Lagt út av tann 15/11/2008 – 10:46

Sunnudagin 23. november (um eina viku) Kl. 15 fer Jennifer Henke at signera bøkurnar sum hon hevur skrivað um pápa sín.Í samband við útgávuna verður skipa fyri onkrum undirhaldi  í Mentanarhúsinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Flest  øll í Fuglafirði kenna vist Jennifer. Fyri 1997 var hon ókend fyri okkum, men síðani tá er hon vorðin ein partur av býarmyndini. Bústaður hennara er dagliga við Vesturstrond Amarika.Í 1997 tók hon seg saman, fyri at finna hvør hon var, og hvaðani hon kom. Hon lendi í Vágunum ein fagran summardag, og hevði skaffa sær innivist á Hotel Eiði. Hon visti ikki um hon kundi fáa svar uppá nógvu spurningarnar, men sum hon sigur: Í bussinum norður til Eiðis, føldi hon beinan vegin alsk til hettar land.

Eitt knapt døgn eftir at hon varð lend í Vágum, hevði hon funnið røturnar. Poul Jacob og Jutta við Bernhardi sum tolki,
vóru tey fyrstu sum hon møtti á Hotel Eiði.

Dagin  eftir takkaði hon leiðaranum á Hotellinum, fyri stóru hjálpina hann hevði veitt henni. Hon flutti til Fuglafjarðar, og búði hjá Juttu og Poul Jacob, restina av hesum túri.Skipað varð fyri eini samkomu á Muntra, øll familian til og við børnunum hjá systkinabørnum, vóru boðin við til hesa hugnaløtu, har hon kundi hitta røtur sínar.

Jennifer  hevur javnan verið í Føroyum síðani tá, og oftani hevur steðgurin verið langur, upp í eitt ár. Hon sigur eisini, at Føroyar og vegurlagið siga henni so nógv, og hon leingist aftur higar hvørja ferð hon er farin avstað aftur. Men børnini í Amerika draga sjálvandi eisini.

Fyrsta  dagin hon var á vitjan hjá okkum uppi í Toftabønum. Kundi hon síggja eina vakra mynd av pápa sínum hanga á vegginum í sjónvarpsstovuni, henda mynd varð partur av arvagóðsinum frá Jacob og Magdu. Myndin, av saknaða
beiggjanum hjá Lenu í Lon, ommu Marjun, hevði eisini alt tað eg minnist havt pláss í góðustovu hjá teimum.

Hon greiddi eisini frá, at  hon hevði nøkur brøv við, sum vóru skrivaði á donskum, men enn hevði hon ikki fingið nakran at hjálpa sær við at lesa tey.

Eg lovaði at  umseta tey fyri hana. Tosan vað um umleið 50 brøv, summi av teimum rættiliga long. Brøvini vóru frá  familiuni í Føroyum, men tey allarflestu frá unnustuni, sum longdist eftir at tey skuldu síggjast aftur.

Ein knappan mánaða seinni fekk Jennifer umsettu brøvini, og kundi í hugaheiminum ferðast 50 ár aftur í tíðina.

Eg  má siga, at hettar varð rørandi lestnaður, og her varð talan um verðuligan kærleika, har trúskapur er ein æra. Ein verðulig LowStory.

Nú  bókin kemur út, og eingin yvi er um hvør unnustan er, so havi eg bert tað at siga til eftirkomararnar, at teir kunnu verða stoltir av hesi kvinnu.

 

[15.11.2008 – Jóhan Heri Joensen]