Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Politikkur

Sámal Matras, samfelagsfrøïngur, skrivar

Lagt út av tann 14/11/2008 – 10:44

Óskiljandi kjak um ávirkan av valúrsliti

Tað  er eitt óskiljandi kjak, ið gongur fyri seg á fuglafjordur.com í løtuni. At familjulimir hjá uppstillaðum valevnum ikki skulu kunna luttaka í demokratiska kjakinum uppundir valið, er ein púra absurd støðutakan.

Fyri  tað fyrsta hevur einhvør borgari sín sjálvskrivaða rætt til at blanda seg í kjakið – fullkomiliga líkamikið politiskt ella sosialt tilknýti. Harumframt má tað sigast at vera beinleiðis positivt, um familjulimir hjá einum valevni royna at stuðla. Tað er klárt, at eitt valevni vil standa sterkari við einum góðum baklandi. Um hetta baklandið byggir á flokk, familju, samkomu, felag, býling ella okkurt heilt annað, er fullkomiliga undirorðnað. Tó er tað helst ein fyrimunur fyri valevni at
hava støði í fleiri ymiskum baklondum. Tað er júst poengið við at hava eitt valstríð, at ymisk fólk royna at ávirka valúrslitið til egnan fyrimun. Tað er bæði gott og rætt, at tey, ið gera mest um seg í valstríðnum eisini verða lønt við einum góðum valúrsliti.

Okkurt sigur mær, at fuglfirðingar hava tørv á einum grundskeiði í fólkaræði.

Vinarliga
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og fyrrv. fuglfirðingur