Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Politikkur

Samgongan er skipað

Lagt út av tann 16/11/2008 – 10:53

Samgongan millum borgarligu listarnar og kvinnulistan heldur fram.

Í gjárkvøldið var tað greitt, at Sigurð S. Simonsen verður borgarstjóri í Fuglafirði fýra tey næstu árini.

Sigurð S. Simonsená lista B, verður borgarstjóri.

Dánjal Vang verður 1. varaborgarstjóri og formaður í havnarnevndini
Jann N. Toftegaard verður 2. varaborgarstjóri.
Eyðun á Lakjuni, verður formaður í teknisku nevnd.
Kristina T. Larsen, verður formaður í mentamálanevndini.
Elisabeth D. Olsen, verður formaður í sosialu nevnd.

Teir tríggir, sum vórðu valdir á lista D, koma at sita í andstøðu.
Teir eru Petur Abrahamsen, Sonni á Horni og Magnus Midjord.
_____________________________________________________

Samgongan er stórt sæð tann sama sum siti hevur undanfarna skeið.
Einasti munur er, at Kristina Toftegaard er komin inn í staðin fyri Jón Nolsoe Olsen, sum ikki stillaði uppaftur

 

[16.11.2008 – Jóhan Heri Joensen]