Ein kyndil er slóknaður

Tað er við sorg í barmi, at hesi orð verða fest á blað leygardagin 10. mars 2012 andaðist ein av okkara størstu kvinnuligu fyrimyndum, Leila Solmunde, bara 50 ára gomul.

Tað var við sorg og skelki, at eg sunnumorgunin fekk boðini. Tað er so stutt síðan, vit báðar vóru á fundi saman í MBF-húsinum. Sum altíð vart tú greið, positiv og framskygd. Lítið visti eg, at hetta fór at verða okkara seinasti fundur.

Tað er ein sonn stríðskvinna, ið hevur lagt árarnar inn. Føroyska tjóðin hevur við deyða Leilu mist eitt stórt menniskja og eitt slóðbrótandi fakfelagsfólk.

Leila Solmunde hevur sett varandi spor eftir seg. Seinastu átta árini sum forkvinna í MBF hevur tú meistarliga og tignarliga vunnið fólki við serligum avbjóðingum størri og betri rættindi. Við tínum róliga og positiva lyndi hevur tú birt treysti og mót í mongum føroyingi. Úrslitið av tínum eldhuga, áræði og stríði kenna vit øll: Handikappolitikkur hevur ongantíð verið so sjónligur og viðurkendur millum fólk og okkum politikarar sum júst nú.

Tað er tíverri ein av lívsins fortreytum, at summi eru meiri skerd enn onnur. Summi eru fødd inn í truplari umstøður enn onnur. Onnur bera brek, sum kunnu tyngja um gerandisdegin. Lívið er ikki líka lætt at liva hjá øllum. Og um vit hyggja at býtinum av mótgongd, sum hvørt einstakt menniskja fer ígjøgnum, so er lívið ofta órættvíst. Men tað er ikki tað, sum er avgerandi. Tað snýr seg um okkara hugburð. Tað hevur størri týdning, hvussu eitt menniskja ber sína lagnu, enn hvør hendan lagnan í veruleikanum er.

Hesum hugburði hevur Leila Solmunde verið ímyndin av.

Hon hevur sanniliga møtt mótgongd. 18 ára gomul fekk hon staðfest liðagikt, sum hevur havt við sær, at hon gjørdist avlamin og noydd at nýta koyristól. Seinni upplivdu Leila og maðurin Mourits at missa sítt einasta barn. Í 2001 doyði sonurin Pauli í einari ferðsluvanlukku. Hann gjørdist bert 18 ára gamal. Hóast størri mótgongd enn tey flestu, hevur tú staðið sum kletturin. Hóast tú sjálv bardist við liðagikt, náddi tú at hjálpa og kempa fyri ein stóran skara, ið hevði hjálp fyri neyðini. Tað hevur tú gjørt fyrimyndarliga. Fyrst innan giktaøkið, har tú vart forkvinna í Giktafelag Føroya í 16 ár,
og síðani 2004 sum forkvinna í MBF, sum er meginfelag fyri 24 limafeløg.

Missurin og saknurin er stórur eftir tær, Leila. Nú er tín sterka og vælkenda rødd í føroyska samfelagnum tagnað. Eg fari veruliga at sakna møguleikan fyri at søkja ráð frá tær. Vit hava mist ein íbirtara og framherja. Samfelagið er blivið fátækari. Eitt gott fólk í orðsins sanna týdningi hevur lagt árar inn.

Mín samhugi fer til tykkum, ið eftir sita. Mínir tankar og hjartaliga samkensla er við tær Mourits, sum nú hevur mist sín fylgissvein og konu.

Vit drýpa høvur í sorg og æra hennara minni. Hvíl í friði, Leila Solmunde.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum