Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Fólk, Vinna, Vísind

Doktararitgerð um føroyskt fiskagelatin

Lagt út av tann 18/03/2010 – 14:42

Jonhard  Eysturskarð hevur vart PhD-ritgerð um gelatin úr fiskaskræðu. Verjan fór fram á Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet (NTNU) í Tróndheimi.

Doktararitgerðin um gelatin hjá Jonhardi Eysturskarð

Tann  22 januar 2010 vardi Jonhard Eysturskarð doktararitgerð (PhD grad) við heitinum: “Mechanical Properties of Gelatin Gels; Effect of Molecular Weight and Molecular Weight Distribution”. Verjan fór fram í Ráðhússalinum, Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet (NTNU), Gløshaugen, Tróndheim í Noregi.

Universitetið í Tróndheimi
Vísindaliga  arbeiðið varð gjørt á lívtøkniliga instituttinum á NTNU. Professor II Kurt Ingar Draget var høvðusvegleiðari. Gelatin vunnið úr skræðu av ymsum fiskasløgum eins og svína- og neytagelatin vórðu kannaði við ymiskum alis- og evnafrøðiligum hættum. Nógv framkomin tól og greiningarforrit vórðu nýtt til at koma fram til nýggjar og greiðar niðurstøður. Fleiri av úrslitunum kunnu gagnnýtast beinleiðis av collagen- og gelatinídnaðinum her á landi.

Metingarnevnd

Náttúruvísindaliga fakultetið í Tróndheimi hevði útnevnt fylgjandi metingarnevnd: Professor,  PhD, E. Allen Foegeding, Department of Food, Bioprocessing & Nutrition Sciences, North Carolina State University, USA Professor, PhD, Nazlin K. Howell, Faculty of Food Biochemistry, University of Surrey, UK Professor Kjell Morten Vårum, Department of  Biotechnology, NTNU

PhD-grad vard

Professor  Kjell Morten Vårum varð valdur til at vera leiðari av metingarnevndini. Úrslitið av arbeiðinum hjá nevndu serkønu vísindafólkunum var greitt og vísti, at doktararitgerðin var á so høgum vísindaligum støði, at hon var verd at verja alment. Undan verjuni skuldi Jonhard halda fyrilestur við heitinum: ” Occurrence, chemical structure and functional properties of marine glycosaminoglycans”. Fyrilesturin og verjan av doktararitgerðini gingu so væl, at Jonhard Eysturskarð beint aftaná avrikini var útnevndur doktari (PhD-grad) í lívtøkni at vera.

Fróðskaparsetur Føroya  Fróðskaparsetur  Føroya hevur umsitið verkætlanina. Granskingarkjarnin í evnafrøði og lívtøkni á Fróðskaparseturi Føroya fekk projektið í lag. Fyriliggjandi akademiska avrik er úrslit av neyvum samarbeiði millum Fróðskaparsetur Føroya í Tórshavn, Universitetið í Tróndheimi og vinnulívsfyritøkurnar Faroe Marine Biotech og Seanergy á Eiði.

Fígging  Granskingarverkætlanin  varð fíggjað av Fiskivinnuroyndum, Amerada Hess Ltd., Statoil Ltd., BP Amoco Exploration Ltd., Chevron Texaco Ltd. og Nordic Innovation Centre.

Doktararitgerðin kann lesast her

 

[18.03.2010 – Jóhan Heri Joensen]