Fuglafjørður fær eitt uppsjóvarvirki til matvøruframleiðslu

Farec  International hjá Óla Samró, búskaparfrøðingi, hevur nú gjørt eitt prospekt, sum lýsir grundarlagið fyri einum uppisjóvarvirki í Fuglafirði.

Fuglafjarðar býráð hevur nú tikið ítøkilig stig til, at Fuglafjørður fær eitt uppsjóvarvirki til matvøruframleiðslu. Visjónirnar hjá býráðnum eru stórar, og lagt verður upp til, at Fuglafjørður kann gerast ein altjóða maritimur depil fyri móttøku, framleiðslu og tænastuveitingum til allar sjóvinnur. Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommmunu, Sigurd Simonsen, hevur nú í tíðindabrævi kunnað sínar borgarar um, hvørjum býráðið ítøkiliga hevur arbeitt við í seinastuni. Fyri  hálvum ári síðan samtykti býráðið at brúka konsulenthjálp til at gera eina frágreiðing – ella eitt prospekt – sum kann lýsa partar av grundarlagnum fyri einum uppisjóvarvirki í Fuglafirði. Tað var Farec  International við Óla Samró, búskaparfrøðingi, sum fekk hesa uppgávu, og hin 25. februar í ár varð frágreiðing løgd fyri býráðið í Fuglafirði. Eisini varð uppskot til eina 20 ára útbyggingarætlan fyri Fuglafjarðar havn, sum gjørt er saman við býráðsfyrisitingini, lagt fram á hesum fundi.
Sigurd Simonsen sigur, at hin 1. mars í ár varð prospektið saman við útbyggingarætlanini lagt fyri eitt væl uppmøtt stjóralið úr lokalu vinnuni, og hin 4. mars samtykti býráðið so at fara víðari við málinum og royna at fáa áhugaðar íleggjarar at gera íløgur í eitt nýtt uppisjóvar matvøruvirki í Fuglafirði.

 

[12.03.2010 – Jóhan Joensen]