Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt, Útvald, Ymiskt

Fuglafjarðar sløkkilið nýggjan skimmara.

Lagt út av tann 27/02/2010 – 14:35

Krøvini til “tilbúgvingina” eru økt munandi, nú síðani oljuterminalurin lat upp fyri hálvum øðrum ári síðani. Havumhvørvislógin  áestur, at tað eru kommunustýrini, ið hava ábyrgd av at basa olju- og kemikaliudálking, herundir fram við bryggjum og havnaløgum og bátahyljum.

Hesa ábyrgd roynir kommunan at liva upp til og hevur útvega sær væl av útgerð í hesum sambandi. Ein nýggj stór oljusperra kom aftrat í 2009, umframt onnur útgerð, eitt nú ein nýggjur skjóttgangandi innsatsbátur. Tann  seinasta útveganin til okkara sløkkilið og tí kommunalu tilbúgvingina er so hesin oljuskimmarin, ið kann sópa upp tungolju av sjónum. Ikki er slík útgerð bílig, einar 300 túsund krónur kostar skimmarin, men so er hann tann einasti í Føroyum, ið megnar hesa uppgávuna. Umframt henda nýggja ræður tilbúgvingin yvir einum minni skimmara til lættari olju eisini.
Kommunan hevur samanlagt gjørt íløgur í tilbúgvingarútgerð fyri kr. 2,5 mió. seinastu 2 árini. Tað  er Fuglafjarðar sløkkilið við brunaleiðaranum Jóhann Clementsen á odda og Fuglafjarðar havn við havnameistaranum Rólanti Højsted á odda, ið saman við vinnuni taka sær av lokalu tilbúgvingini.

 

[27.02.2010 – Jóhan Heri Joensen]