Dagstovnurin nýggjan leiðara

Fuglafjarðar býrað hevur í farnu viku sett Marius Joensen av Skála sum leiðara á Dagstovninum í Fuglafirði.

Marius, ið er 31 ára gamal, er bachelor í námsfrøði, umframt at hann hevur kanditatútbúgving í námsfrøðisligari sálarfrøði.

Marius  tekur við starvinum tann 1. juli eftir Julionnu Næs úr Leirvík, sum hevur verið leiðari á stovninum síðani 1. desembur 1990.