Jól

 

Jólini eru fyrsta høgtíðin í kirkjuárinum.

Seinasti dagurin framman undan jóladegi – tann 24. desember – kallast jólaaftan. Hann  var fyrr vanligur arbeiðsdagur, men varð roknaður sum halgidagur frá kl. 18. Nú er jólaaftan frídagur í Føroyum, og byrjar jólahaldið seinnapart jólaaftan.

Í Føroyum verða tveir jóladagar hildnir sum halgidagar – jóladagur 25. og 2 jóladagur 26. desember.

Orðið jól hevur óvissan uppruna. Møguliga er tað sama orðið sum hjól, og sipar tá til ársins gongd, tað støðugu endurtøkuna.

Jólini áðrenn kristindómin

Jólahald er upprunaliga ein heiðin høgtíð at fagna, at aftur vendir móti ljósari tíðum.

Í norðurlondum var henda høgtíð hildin fyrst í januar, men í syðri londum var hon hildin 25. desember.

Í  4. øld (í 354?) valdi kirkjan at áseta fastan dag til høgtíðina til minnis um Jesu føðing, og tá var henda kristindómsins fagnarhátíð løgd á jólini, 25. desember.

Tað elsta vit vita um jólahald í  Norðurlondum er umleið 875, tá orðið er nevnt í sambandi við Harald Hárfagra. Hvussu hesi jól hava verið hildin fæst kanska ein ábending um í orðingum sum at “drekka jólini”, sbr. td. kvæðaorðingina: “Gud man ráða, hvar vit drekka onnur jól.”

Jólini í kristindóminum

Jesu føðing.
Jólini eru høgtíðin til minnis um Jesu føðing. Hetta sæst aftur í td. enska heitinum, Christmas, Kristmessa. Heiti Kristmessa varð ikki góðtkið av norðanlondum, vit hildu fram við at nevna høgtíðina Jól/Jul.

Um  føðing Jesu lesa vit í Lukasar evangelium, kap. 2, ør. 1 – 20. Hetta brot verður ofta nevnt jólaevangeliið. Eisini Matteusar evangelium sigur
í 2. kapitli frá Jesu føðing.