Online casino i Danmark – en guide til trygge valg

Når du leder efter et godt online casino, er der flere ting, der er værd at overveje. En attraktiv casino bonus kan give ekstra spiloplevelse fra starten, mens et casino med hurtig udbetaling sikrer, at gevinsterne ikke skal vente længe. Mange spillere foretrækker også et casino med lav indbetaling, så man kan komme i gang uden at binde store beløb. Samtidig er det for nogle vigtigt at finde et casino uden mitid eller et casino uden rofus, hvis man ønsker mere fleksible rammer.

For at få mest muligt ud af spiloplevelsen kan gratis spins være en god måde at teste nye spil på, og et live casino danmark giver mulighed for at spille mod rigtige dealere i realtid. Der kommer løbende nye casinoer til markedet, og hvis du især går efter klassiske spil, kan du finde spillemaskiner online hos mange udbydere. Ønsker du at indbetale med kort, kan et visa casino være en praktisk og velkendt løsning.

Jólaevangeliið

Lukas – Jólaevangeliið
Lukas, hevur tað best kendu frásøgnina um hendingina. Henda frásøgn verður í fólkamunni ofta rópt ”Jólaevangeliið”:

Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal.  (Hetta fyrsta manntalið var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi). Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína. Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt, at  verða  skrivaður,  saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn.Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn.  Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum. Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjutn sínum.
Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir.Og   eingilin   segði   við   teir:  ”Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið.  Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Og   hetta   skulu   tit   hava   til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.” Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum
lovaðu Guði og søgdu: ”Heiður veri Guði í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!”

Og tað hendi, tá ið einglarnir vóru farnir frá teimum aftur til himmals, tá søgdu hirðarnir hvør við annan: ”Latum okkum nú fara beinanvegin til Betlehem og vita um hesi tíðindi, sum hend eru, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum.

Og teir fóru við skundi hagar og funnu bæði Mariu og Jósef og barnið liggjandi í krubbuni.  Og tá ið teir sóu tað, søgdu teir frá teimum orðum, sum talað høvdu verið til teirra um hetta barn.  Og øll, ið hoyrdu tað, undraðust á tað, sum teimum varð sagt av hirðunum.

Men Maria legði sær øll hesi orð í geyma og hugsaði um tey í hjarta sínum. Og hirðarnir fóru avstað aftur, og teir lovaðu og prísaðu Guði fyri alt tað, sum teir høvdu hoyrt og sæð, soleiðis sum tað hevði verið sagt við teir.

 

[25.12.2006 – Jóhan Heri Joensen]