Stanley í Fuglafirði.

Stanley Samuelsen spælir í Riberhus. 18. november kl 20
Stanley kom undan kavi aftur fyri eini 10 – 12 árum síðani, tá hann gav fløguna út, ið nevnist Um eg Kundi Kvøði. Í sekstiárunum var Stanley kendur tónleikari í Føroyum saman við Silly Boys í Fuglafirði. Í 1970 flutti hann til Danmarkar og gjørdi eiisni vart við seg har, men í Føroyum var so at siga stilli kring guitarsnillingin úr Fuglafirði.
Síðani útgávuna við Um eg Kundi Kvøði eru aðrar fløgur komnar út, og Stanley hevur aftur kastað akker í føroyskum hjørtum, og telist millum fremstu troubadourar okkara, og tónleikahugað leggja serliga til merkis guitarleikin, ið er framúr.