Klaverkonsert í Mentanarhúsinum

Sunnukvøldið 20. novembur fer Jón Eliassen úr Leirvík at hava klaverkonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Sunnukvøldið 20. novembur fer Jón Eliassen úr Leirvík at hava klaverkonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Jón er bert 21 ár og hevur spælt klaver, síðani hann var smádrongur.Klassiskt er tað, sum hann er mest kønur í, og sunnukvøldið fer hann at vísa síni kynstur og framføra fleiri klassisk verk. Spæld verða millum annað verk eftir Mozart, Bach og Chopin. Okkurt hjá franska Claude Debussy verður eisini at hoyra.Konsertin byrjar kl. 19.00.

Í steðginum verður ókeypis kaffi, the og køkur at fáa.Kostnaður kr. 80,00