Seyðaprát

Kvøldseta: Seyðaprát
Fríggjakvøldið 18. november

Eins og í fjør verður kvøldseta aftur í Mentanarhúsinum um seyð og fjallgongu. Í ár verða tvær kvøldsetir í Mentanarhúsinum. Tann fyrra var fríggjakvøldið 28. okt. og var væl vitjað. Tann seinra verður fríggjakvøldið tann 18. novembur kl. 19:00

Á seinru kvøldsetuni sigur Niels Thomas Pedersen, Vestmanna, frá um hvussu hagapartarnir eru býttir í Vestmanna, hvørji rættindi hoyra til, um fugl og frælsi – farleiðir í skorunum fyrr og nú – hvør, ið skipar skorafrælsini, heilársfrælsini og vetrarfrælsini. Sagt verður eisini frá um tilburðir, stuttligar og syrgiligar hendingar, roysni og um vanligar skoraferðir. Somuleiðis verða myndir sýndar í tilknýti til frásøgnina.

Kaffi og køka verða at fáa í steðginum. Kostnaðurin fyri kvøldið er kr. 100.