Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Sangur

Sangkvøld í Fuglafjarðar kirkju

Lagt út av tann 13/09/2006 – 09:22

Aftur í heyst verður møguleiki at læra nýggjar sálmar.Í septembur í fjør vóru 4 sangkvøld í Fuglafjarðar kirkju saman við Heðin Kambsdal, urguleikara, har fólk koma saman at læra at syngja nýggjar sálmar ella sálmar, sum lítið verða brúktir í gudstænastuni. Nú verður tátturin tikin upp aftur. Týskvøldini í septembur verður aftur høvi at koma saman at læra seg nýggjar sálmar.Sungið verður 5., 12., 19. og 26. septembur kl. 19.30 – 21.15.

 

[13.09.2006 – Jóhan Heri Joensen]